Ársaðalfundurin 2018

Skrivað hevur

Hóskvøldið 31. mai klokkan 18.30 verður ársaðalfundurin hjá Frælsum Ítrótti Føroya hildin í høllini hjá ÍSF.

Sambært galdandi lóg verður dagsskráin hendan:

1. Val av  orðstýrara.
2. Formaðurin greiðir fra virki sambandsins í farna ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevndum og eykamonnum.
6. Val av skrásettum grannskoðara.
7. Ymiskt

Hvørt felag kann senda tríggjar limir á aðalfundin. Atkvøðurætt á fundinum hevur hvørt felag við einari atkvøðu.

Fyri vali standa formaðurin Hallur Holm, sum ikki tekur við afturvali og Guttorm Sørensen, sum hevur boðað frá, at hann tekur við afturvali.

Heitt verður á feløgini at umhugsa evni til at manna starvsnevndina. Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar innan fundin.

Uppskot kunnu sendast til:

athletics@athletics.fo

FÍF bjóðar ein bita og okkurt afturvið einum kaffimunni. Vit vóna at øll feløgini eru umboðað á fundinum.

við ítróttarkvøðu

FÍF
FÍF nevnd 2017
Eftir aðalfundin í 2016, tá teir báðir í hvítum seinast vórðu afturvaldir. Hesuferð stillar bert annar upp aftur.

 

Ein viðmerking

  1. regin says:

    fundurin verður IKKI í ÍSF húsinum !!

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>