Home FÍF Ársaðalfundurin hjá FÍF var í gjár

Ársaðalfundurin hjá FÍF var í gjár

by Hallur Holm

Ársaðalfundurin hjá FÍF var í gjár. Seinni kemur ein styttri samandráttur frá fundinum. Inntil hon kemur, kunnu tit stytta tykkum stundir við at lesa formansfrágreiðingina.

Formansfrágreiðing 2012

Mítt tveyáraskeið sum formaður í FÍF  er í kvøld runnið út. Men eg havi kortini latið meg stilla uppaftur til formanssessin, og vitandi at eingin annar er í uppskoti, sær tað út til at eg forseti  sum formaður. Eg kundi havt støðgað á, hugsað meg um og mett um tíðina, sum er farin. Um tað er gott ella ringt. Ella bæði. Tað havi eg fyri so vítt ikki gjørt. Men eg veit, at tað eru óloyst mál, sum eg hevði sett mær fyri at loysa, sum tó ikki eru loyst – enn. Og eg veit, at hóast frælsur ítróttur tekur alla mína frítíð og eitt sindur afturat, so er tað spennandi og gevandi arbeiði. Eg vil tí fegin taka tvey ár afturat saman við øllum teimum positivu og spennandi menniskjunum eg hitti innan frælsan ítrótt, og harvið fáa høvi til at loysa tey mál eg einaferð setti mær.  

Venjaraskeið
Í  formansfrágreiðingi fari eg at leggja beint til brots við teimum aktivitetum, sum vóru í gongd umleið seinasta aðalfund, og við einum evni, sum eg ikki nevndi so nógv um í formansfrágreiðingini seinast.  Nevnliga venjaraskeið. Í apríl /mei í fjør høvdu vit tvey vikuskifti, har vit koyrdu venjaraútbúgvingina fyri málbólkin 14-17 ár. Til hvørt av hesum báðum vikuskiftunum vóru tveir ymiskir svenskir instruktørar. Harafturat var Gotlendska Ellinor Sundstrand við bæði  vikuskiftini.  Heilir 20 luttakarar vóru við til skeiðið. Gleðiligt er, at av hesum eru minst 10, sum dagliga fáast við frálæru í frælsum ítrótti. Sum hjá so mongum øðrum ítróttargreinum er tørvurin á venjarum í frælsum ítrótti stórur. Í øllum feløgunum liggur nógv á somu herðum, og skulu vit koma víðari, og taka ímóti fleiri íðkarum, er tað umráðandi at fáa fleiri við í venjaratoymini.

FÍF tekur hesa uppgávu í álvara, og ætlar at koyra eina rullandi útbúgvingarskipan við teimum modulum, sum eru í svensku útbúgvingarskipanini. Í fjør vóru Heri Ziska og Randi Kúrberg í Svøríki og tóku  svensku instruktørútbúgvingina. Hesum kundi FÍF njóta gott av nú í vár, tá skipað varð fyri venjaraskeiði fyri 7-10 ára aldursbólkin. Hetta var fyrstu ferð føroyskir instruktørar skipaðu fyri venjaraskeiði í frælsum ítrótti. Í øllum førum fyri FÍF. Og sigast má, at allir teir úti við 20 skeiðslutakararnir vóru sera væl nøgdir. Heri og Randi hava av sinum eintingum tikið hesa útbúgvingina. Nevndin er tó samd um, at FÍF eigur at stuðla teimum at fara víðari, um tey hava hug til tað. Bæði tí at tað í longdini sjálvandi gerst bíligari við føroyskum instruktørum,  men eisini  tí at vit vilja duga sjálvi, og at tað er lættari hjá skeiðslutakarum at samskifta á móðurmálinum. Vit fara væntandi at koyra eitt venjaraskeið seinni í ár, men hetta er ikki staðfest enn.

Hagtalsgrunnur
Eitt av stórmálunum hjá FÍF er at útvega sær ein hagtalsgrunn til skráseting av úrslitum, sum so víðari kunnu gerast til ranglistar av alskyns slagi. Á seinasta aðalfundi nevndi eg, at felagið admind hevði fingið uppgávuna, og so smátt vóru farnir til verka. Men nú eitt ár seinni eru vit tíverri ikki komin so nógv longur. Ilt er at finna úrslitini aftur, eingir ranglistar og eingir metlistar. Men ikki heilt einki er gjørt. Á fundi við admind nýliga upplýstu teir, at nýggja tilmeldingarskipanin á athletics.fo er sjálvur grundarsteinurin undir nýggja hagtalsgrunninum. Harafturat hava teir knýtt eina gjaldingarskipan uppí. Hetta skal so víðarimennast til at umfata úrslit og hagtøl. Altso er talan um eina framkomna heildarloysn.

Eftir fundin, ella í gjár, hevur felagið admind tó boðað frá, at teir ikki ynskja at gera ein hagtalsgrunn fyri FÍF. Nevndin fer tí sum nakað av tí fyrsta at leita eftir øðrum veitara. Vit mugu sostatt liva eina tíð afturat uttan hagtalsgrunn. Men meðan vit bíða, kunnu vit gera nakrar betringar. Og onkur er longu gjørd. Teir metlistar, sum hava ligið í órøkt á heimasíðuni eru nú allir dagførdir. Bæði til vaksin og ung. Innandura og uttandura. Harafturat fara vit nú aftur at leggja øll úrslitini út undir bjálkan úrslit á heimasíðuni. Vit eru so heppin at hava fyrrverandi oyggjaleikarennaran Regin Reinert sitandi niðri í Keypmannahavn, har hann heldur eyga við øllum okkara virksemi. Hann hevur savnað øll úrslitini, og gjørt tað møguligt at dagføra metlistarnar, og tað eri eg honum sera takksamur fyri.

 Stuðul
2011 var eitt sera hendingaríkt ár. Og 2011 gjørdist eisini eitt ár, har nógvir pengar blivu brúktir. Meira enn tað komu inn. Tað er tí ein sannroynd, at skal sama aktivitetsstøði varðveitast ella helst økjast, skulu eisini fleiri pengar i kassan. FÍF hevur ongan høvuðsstuðul havt seinnu árini, men nú veddingapengar og stuðulin frá Mentamálaráðnum ikki røkka longur, eiga vit at stremba eftir einum høvuðsstuðli ella fleiri smærri. Eg nevndi á seinast aðalfundi, at okkurt var í umbúna, og at stuðulskrónur sannlíkt stóðu í roknskapinum fyri 2011 og 2012. Av ymsum orsøkum, sum eg ikki skal koma inn á her, eru ongar stuðulskrónur komnar í 2011. Vit arbeiða tó víðari við málinum, og í løtuni eru samráðingar í gongd við ein møguligan stuðul.  

Umstøður
Um dagarnar frættist, at borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu hevur ætlanir um at lata ein stórhøll byggja í Villingadali. Fótbóltshøll og konserthøll fyrst og fremst. Men rættiliga ódefinerað. Kallaði tað eina stórhøll ella eina multihøll. Men líkamikið, um hetta eru luftkastellir, egg ella ungi, eiga vit at spæla við frá byrjan, og gera alt fyri at rúm eisini verður fyri frælsum ítrótti í høllini. Vit hava havt ein vetur, har okkara børn og ungu hava treiskast illsligu nosini, vit hava fingið oman yvir okkum. Synd er at siga, at frælsur ítróttur er uttandura ítróttargrein gjøgnum føroyska veturin. Har skal í øllum førum góður og sterkur vilji til. Ein høll hevði verið sera kærkomin, og kundi eisini verið eitt veruligt frambrot fyri frælsan ítrótt. Tað er ov seint at fara at grenja um hetta, tá sperrurnar verða reistar á høllini, og tí eiga vit at gera okkara ávirkan galdandi beinanvegin. 

Umstøðurnar kring Tórsbreyt eru líka vánaligar enn, sum tær altíð hava verið. Bæði hjá íðkarum, áskoðarum og fyriskiparum. Býráðið hevur játtað pening til dómarahøli omaná wc-bygningin við máløkið. Tað fer at lætta um nógv. Men hetta er sagt í langa tíð nú, og enn er einki hent, og eingin frá býráðnum hevur spurt seg fyri, hvat eitt slíkt dómararúm krevur. Tað er lætt nokk hjá býráðnum at sleppa sær undan, tá eingin leggur trýst á, tí tað er ein royndur lutur, at tað skal trýstast og skumpast fyri at nakað skal henda. Onkur kallar tað lobby-arbeiði. Men spurningurin er so, hvør tað er, sum skal trýsta. Her haldi eg, at Hvirlan,  Bragdið og FÍF skulu standa sum ein sterkur maður/kvinna og veruliga royna at fáa býráðið at fylgja sínum egnu samtyktum. Tí tað er snøgt sagt ómøguligt at fyriskipa kappingar inni á einum myrkum, ísakøldum wc, har fólk vaðsa aftur og fram millum leidningar, meðan útgerð fyri omanfyri 100.000 kr. stendur á takinum, og forferst í oysandi regninum………

Tí el-tíðtøkutólið hevur fingið skaða, og eykalutir í dýradómum eru keyptir úr USA. Enn virkar tráðleysa signalið ikki, men útgerðin virkar tó fullvæl við kaðali.

Elituarbeiði
Av okkara seks íðkarum á oyggjaleikunum, vóru bert tríggir, sum ikki eru í talentbólkinum. Og afturat hesum trimum er bert tríggir aðrir íðkarar, sum hoyra til elitubólkin. Tey vaksnu í elitubólkinum hava sum so ikki havt nakað tilboð frá FÍF, annað enn stuðul til eina kapping ella venjingarlegu uttanlands.  Her kann nevnast, at Henry Olsen var við í Berlin ½ maraton, og at Heri Ziska var við í veterankapping í Italia, har hann eisini vann sær tvey heiðursmerki.  Hetta hava vit valt at broyta í ár, soleiðis at landsliðið fer til VU-Spelen í Gøtuborg sum ein samlaður hópur saman við talentliðinum. Landsliðsíðkarar hava samstundis møguleika at vera við, tá talentbólkurin hevur venjingarlegur. Aftur í ár hava nógv klárað A-kravið til talentbólkin, sum gevur teimum rætt til uttanlandstúrin, so tað verður eitt stórt ferðalag, sum fer til Gøteborg tann 6. Juli.

Vit vóru eisini í Gøteborg seinasta summar við størsta hópinum nakrantíð. Úrslitini vóru framúr góð, og vit komu heim við tveimum bronsuheiðursmerkjum. Tað var Marnar Djurhuus á 3.000 metrum og Katarina Høj, sum vísti fantastiska høgt støði, tá hon bert 12 ára gomul rann 5.07 á 1.500 metrum!  

Tá vit á sinni gjørdu krøvini til talentbólkin, var tað mangan vit hildu fyri, at “hatta fer eingin at klára”. Men í dag er støðan ein onnur. Um vit taka øll við, sum eisini hava klárað B-kravið, er talið nú komið uppá 20. Vit høvdu væntað, at talið fór at liggja í undirkantinum á 10. Vit kunnu glað staðfesta, at stóra arbeiðið, sum feløgini og teirra venjarar gera gjøgnum alt árið, veruliga førir úrslit við sær.

Oyggjaleikir
Síðsta summar vóru oyggjaleikir á Isle og Wight. Oyggjaleikir eru størsta og týdningarmesta avbjóðingin hjá okkara íðkarum. Hópurin var ikki stórur. Seks fólk. Men hann var javnt sterkur, og øll kundu ein hepnan dag vinna heiðursmerki. Tá samanumkom høvdu vit vunnið tvey silvur-, trý bronsumerki og sett 6 nýggj føroysk met. Vit skulu heilt aftur til 1999 fyri at finna eitt betri oyggjaleikaár. Bjørk vann silvur á 5- og 10.000 metrum og bronsu í hálvum maraton. Í øllum trimum kappingunum setti hon nýtt føroyskt met. Øssur setti eisini føroyskt met í báðum kappingunum, hann var við í. Meðan hann bleiv nr. 5 í trístøkki, eydnaðist tað honum at vinna bronsu í hæddarlopi. Marnar var eins og Øssur við til sínar fyrstu oyggjaleikir, og eisini honum eydnaðist at vinna eitt bronsumerki á 5.000 metrum. Rebekka setti føroyskt met í 800 metra finaluni, og bøtti heilt fitt um sína 1.500 metra tíð. Heri bleiv nr. 5 í klingrukasti, men bert heilt fáir sentimetrar vóru fram til silvurmerkið. Rúni snávaði í semifinaluni á 800 metrum, men vit vóna at hann kemur sterkt aftur næstu ferð.

Og næstu ferð verða oyggjaleikir á Bermuda. Søgur hava gingið um himmalhøgar ferðaútreiðslur, og bæði svimjisambandið og flogbóltssambandið hava verið í fjølmiðlunum og sagt, at tey neyvan vera við á Bermuda. Sjálvandi hava vit eisini mett um, hvat er rættast at gera. FÍF er tó væl fyri fíggjarliga, og vit kunnu tí klára eitt dýrt oyl einaferð. Onkur fyrilit eru tikin. Eitt nú eru onkur úttøkukrøv herd nakað, eins og vit hava gjørt vart við, at ein brúkaraprísur upp til 3.000 kr. pr íðkara kann verða álagdur. Harafturat hava vit ynskt, at hava møguleika til at tilrættisleggja allan túrin sjálvi, og soleiðis kunna gera túrin nógv bíligari. Tí hava vit sett 31.12 sum mark fyri at úttøkukrøvini skulu verða lokin.

Tað sær tó nú út til, at ÍSF og Atlantic Airways hava gjørt eina rímiliga góða avtalu, so at vit ferðast við teimum. Um so er, kann evstamarkið flytast nakrar mánaðir fram.

Hópurin næsta ár kann væntast at vera 6-10 íðkarar umframt leiðarar.

Kappingar
Kappingarnar hetta seinasta árið hava verið rættiliga meinlíkar árunum frammanundan. FM-cross fór aftur í ár fram í Hoydølum. Hesuferð var kappingin partur av Vetrarkappingini, og hetta fekk lokkað nógv fleiri fólk við. Eitt sera væleydnað tiltak. Vetrarkappingin var sum heild sera væleydnað, og ongantíð áður hava so nógv nøvn staðið á endaliga úrslitalistanum, har bert tey við í minsta lagi trimum kappingum vóru við. Øðrvísi var við summar Grand Prix – stevnurenningunum. Sjey umfør vóru, og fyri at vera partur av samlaðu kappingini, skuldu 5 umfør gjøgnumførast. Hetta gjørdist tann lakasta kappingin higartil og er hetta sannlíkt tí at vit ikki longur hava barna Grand Prix á stevnunum. Stevnurenningar verða sjálvandi aftur í ár, og er hetta við initiativi frá feløgunum. FÍF vil sjávandi hjálpa við at avgreiða kappingarnar, um tørvur er á tí, men um allar stevnurenningarnar verða skipaðar sum eitt samlað Grand Prix, eiga vit at kanna tørvin fyri.

Grand Prix á breyt var aftur í 2011 sera væleydnað. Sum nakað eyka høvdu eisini vaksin atgongd til kappingarnar, tó uttan at vera partur av Grand Prix. Tað vóru tó ikki nógv, ið tóku av tilboðnum.

Fyri at finna samlaða vinnaran av Grand Prix, hava vit brúkt sonevndu Tyrving-tabellina at geva stig eftir. Trý tey bestu umførini hava talt. Hetta hevur gjørt tað eitt sindur torført og ørkymlandi hjá íðkarum og foreldrum at fylgja við í, og ætla vit tí at fara burtur frá Tyrvingtabellini og í staðin brúka plaserings-stig. At skipa fyri fimm stórum Grand Prix kappingum hevur eisini kravt ótrúliga nógv av nevndini, og eisini øðrum hjálparfólki við. Vit fara tí aftur til at hava tríggjar kappingar gjøgnum summarið. Tvær undan frítiðini og eina eftir. Fyrsta kappingin verður longu næsta fríggjakvøld, tá Bragdið fer at skipa fyri. Hinar báðar kappingarnar verða leygardag, soleiðis at vit kunnu brúka eitt sindur meira tíð, nú fleiri kappingar skulu verða hvønn dagin. At vit nú bert skipa fyri trimum kappingum, ger at feløgini sjálvi hava størri møguleika at skipa fyri øðrum kappingum.

FM Vaksin var sum vanligt fyrsta vikuskifti í august. Samstundis sum Summarfestivalurin. Vit hava nú kappast við Summarfestivalin í nøkur ár, og eg haldi at hesaferð taptu vit. Í øllum førum vóru eingir fjølmiðlar í Havn hetta vikuskiftið, ella troystaðu teir sær ikki út í oysregnið, sum var báðar dagarnar. Hóast vit høvdu sett aldursmarkið eitt ár niður og loyvt atgongd til fólk uttanfyri feløgini, so gav hetta ikki nóg mikið av lutakarum. Vit hava tí flutt FM Vaksin til juli, men nú hevur G-festivalurin eisini flutt seg eina viku fram, so á kalendaranum hjá okkum standa vit til at hava FM somu dagar sum G-festivalurin er. Vit hava tó á nevndarfundi í vikuni avgjørt at flyta FM eitt vikuskifti nærri ólavsøkuni. FM Vaksin var annars hildið við næstan fullum programmi. 400 m forðarenning, trístøkk og boðrenningar vóru nýggjar greinar á skránni.

Triðja árið á rað bleiv FM-Ung hildið yvir tveir dagar. Nógvar kappingar eru á skránni, og hesuferð var talið av startum økt úr 300 upp í 400. Og hóast veðrið var heldur ivasamt, og hóast ljóðmaðurin hevði gloymt okkum seinna dagin, fingu vit tveir fínar dagar við eini ørgrynnu av bólkametum. Ja, enntá fingu vit eitt met fyri vaksin, tá fýra blaðungar Hvirlu-gentur tóku elligamla føroyska metið í 4×100 m boðrenning. FM Ung verður vikuskiftið eftir skúlabyrjan 25. Og 26. August, og kemur at koyra eftir stórt sæð sama leisti, har onkrar smávegis broytingar verða í greinavalinum.

Eg nevndi í áðni, at kappingarnar hava stórt sæð verið tær somu sum árið frammanundan. Hetta er tó ikki heilt rætt. Stóra felagið í Klaksvík við nógvum rennarum, hevur ongantíð fyriskipað eina FM-kapping, og á seinasta aðalfundi varð tosað um at flyta FM í hálvum maraton til Klaksvíkar. Sum sagt so gjørt, og seinasta leygardag var so fyrsta FM hildið í Klaksvík. Og tað var ikki smávegis Treysti hevði gjørt burturúr. Heili 160 vóru við í renningini, sum vit róliga kunnu kalla eina brakandi succés. Eitt sindur av tosi hevur verið um uppmátingina av teininum í Klaksvík. Tí at máta rutur er ikki bara sum at siga tað. Tað skal ein góðkendur rutuuppmári til, og ein slíkan hava vit ongantíð átt í Føroyum. Tí avgjørdu vit at senda Heðin Jóhannesen úr Treysti niður til Århus á rutuuppmátaraskeið. Og hetta var so fyrsta rutan, sum fekk stemplið “góðkent”. Tann næsta verður norðoyastevnurutan.

Eg haldi eisini vit kunnu siga at FM maraton í Havn var væleydnað. Hóast tað kanska ikki vóru so nógv til stuttleikarenningina, so savnaðust nógvir luttakarar á bæði maratonteininum og á hálva teininum.

Vit hava nú FM í allarflestu kappingargreinum. FM í 10 km landavegsrenning hevur á hvørjum ári verið í Runavíkini um eystanstevnutíð. Tó er enn einki FM í 10.000 metra renning og kastifimmkampi. Tað kundi tí verið eitt hugskot at havt eitt kvøld á Tórsbreyt til hesi bæði FM-heitini, og so kanska eisini havt onkrar av teimum skeivu boðrenningunum t.d. 1.000 m (100+200+300+400) ella 4×1.500 m. Tað kundi so hóskandi verið Hvirlan, sum fekk hetta tiltakið, um áhugi var fyri tí. Havi einaferð fyri langari tíð síðani leysliga orðað hetta við tey.

 

Smærru feløgini
Tað sær út til at meira lív er komið í tey smærru feløgini, og er hetta sera gleðiligt. Serliga Hvistan í Suðuroy er veruliga raknað við. Tey skipa fyri regluligum venjingum, og hava verið runt bygdirnar í oynni og havt venjingarkvøld. Fleiri teirra hava eisini verið norðanfjørðs og luttikið í Vetrarkappingini. Og so fara tey at skipa fyri nýskapandi tiltaki í summar. 25 km náttarrenning á jóansøku umframt at tey skipa fyri sjálvari jóansøkurenningini Runt Vatnið. Frælsi hevur eisini á aðalfundi valt spildurnýggja nevnd, og har eru tey eisini farin undir regluliga motónsvenjing. Hóast so sum so við nevndararbeiðinum í Roysninum, eru teir eisini har farnir undir felagsvenjing við longum og styttri rennitúrum. Galdandi fyri øll hesi feløgini, er at tey hava fingið sær facebook-profil, og kanska er tað eitt hugskot, at vit gerast vinir við tey, so vit eisini kunnu venja við teimum, um vit koma á teirra leiðir.

Enn er teirra virksemi bert motiónsrenning, men við tíðini vóna vit at síggja onkran úr hesum feløgum á breytini. Í øllum førum eigur FÍF at hjálpa til við at varðveita hendan lítla logan, og kveikja hann enn meira. Feløgini eru hjartaliga vælkomin at biðja um ta hjálp teimum tørvar. Tað er m.a. tað FÍF er til fyri.

Altjóða
Á seinasta aðalfundi greiddi eg frá, at DAF á norðurlendskum fundi hevði talað søk okkara um at kunna luttaka sum føroyingar til norðurlendsk meistaraskap. Og nú stendur okkara fyrsta avbjóðing fyri framman. Leygardagin 19. mei verður sonevnda Nordic Challenge, sum er NM í 10.000 metra renning, hildið á Østerbro Stadion. Millum hini norðurlendsku fløggini ferð eisini Merkið at veittra, tí millum luttakararnar verður Bjørk Herup Olsen, sum er á heimleið úr USA. Formaðurin verður eisini hjástaddur hesa hátíðarligu løtuna, sum í veruleikanum er Føroya fyrsta altjóða umboðan innan frælsan ítrótt.

Á hvørjum ári vera vit úr Føroyum boðin við á norðulendska ungdómsráðstevnu, og hevur FÍF eisini havt umboð við á hesum ráðstevnum seinnu árini. Ráðstevnan gongur út uppá at hvørt land sær greiðir frá teimum tiltøkum, tey seta í verk. Hetta hava verið sera spennandi og gevandi ráðstevnur, men tá man hevur verið við í fleiri umførum, byrja tær at líkjast. Tí bjóðaði FÍF í ár umboðum fyri feløgini við á ráðstevnuna, sum var í Oslo. Randi Kúrberg, Hvirlan og Anna Maria Seloy, Bragdið fóru avstað, og fingu tær eisini væl burturúr ferðini. Eg haldi, at tað er neyðugt hjá okkum føroyingum at vísa andlit, har vit hava møguleika til tað, og hetta er eitt gott høvi, tí fleiri av hinum eru fólk, sum arbeiða í sjálvum sersambondunum, og kann hetta altíð geva fyrimunir fyrr ella seinni.

Norðurlendska samstarvið loyvir okkum eisini at luttaka í øllum teimum ymisku NM kappingunum fyri veteranar og NM á breyt fyri U23 saman við Baltisku londunum. Eisini kunnu vit vera við til gangikappingar, sum tó ikki sær út til at vera so øgiliga aktuelt beint nú.

At enda
Tað eru eftir hondini nógv fólk, sum brúka nógva tíð uppá frælsan ítrótt. Og her hugsi eg um ikki um íðkarar, men um øll tey sum gera eitt ólønt arbeiði. Fleiri av tykkum gera eitt undrunarsamt stórt arbeiði fyri tykkara felag og samstundis fyri menningina av frælsum ítrótti. Eg virði tykkara arbeiði nógv og eri eisini sera takksamur fyri tað. Eg fari tó at veita Gutta eina serliga tøkk fyri alt tað arbeiði hann leggur eftir sær. Uttan Gutta hevði ikki verið lætt at verið formaður í FÍF, og tá man hugsar um allar tær uppgávur hann samstundis røkir fyri sítt egna felag, kann eg bara undrast og bukka.

At enda fari eg at ynskja tykkum eitt gott kappingarár. Eitt gott summar. Eg hopi at tit í feløgunum vilja brúka FÍF, tá tørvur er á tí. Eg hopi at vit altíð kunnu varðveita ein positivan dialog, og at vit kunnu loysa mál og uppgávur í felag. Minnist til – feløgini eru ikki til fyri FÍF. FÍF er til fyri feløgini!

0 comment
0

Related Articles