Home FÍF Athletics.fo og renn.fo – nú fif.fo

Athletics.fo og renn.fo – nú fif.fo

by Hallur Holm

Vit fara nú at broyta almenna heitið á heimasíðuni til www.fif.fo. Av tekniskum ávum kemur høvuðsnavnið tó framvegis at vera www.athletics.fo. Tað eru ivaleyst nógv, sum hava brúkt www.renn.fo og fer tað eisini at vera møguligt í framtíðini.

Tað eru ymsar orsøkir til broytingina. Renn.fo kann tykjast diskriminerandi mótvegis hinum báðum greinunum innan frælsan ítrótt, lop og kast. Og athletics.fo kann eisini vera tvørligt at stava. Høvuðsorsøkin er tó, at profileringin av FÍF blívur eitt sindur meira sjónlig. Flestu av hinum sersambondunum hava sínar styttingar sum heimasíðuheiti, og hetta halda vit eisini vera heilt natúrligt

Broytingin fær sum so ikki annan praktiskan týdning, enn at vit í framtíðini bæði á skrift og í dagligari talu fara at nevna síðuna fif.fo, og vóna at vanligu brúkararnir av síðuni fara at gera tað sama.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur 13.02.13 - 11:14

Skilagott!

Comments are closed.