Home FÍF Átta íðkarar til oyggjaleikirnar á Jersey

Átta íðkarar til oyggjaleikirnar á Jersey

by Hallur Holm

Nevndin hevur nú saman við úttøkuleiðaranum Niels Jákupi Jakobsen sett navn á íðkararnar, sum skulu við til oyggjaleikirnar á Jersey í summar. Nógv hevur verið lagt fyri seinastu tíðina til at røkka einum oyl-plássi, og í onkrum førum er tað eisini eydnast. Í øðrum førum hevur verið sera nær við.

Endaligi hópurin sær soleiðis út:

  • Hanus Bergsson, Hvirlan – spjótkast
  • Hallur Simonsen, Hvirlan – klingrukast
  • Tórur Mortensen, Hvirlan – longdarlop og trístøkk
  • Rúni Seloy, Bragdið – miðteinar
  • Rebekka Fuglø, Treysti – miðteinar
  • Valborg Heinesen, Bragdið – langteinar
  • Bjørk Herup Olsen, Bragdið – langteinar
  • Marna Egholm, Bragdið – langteinar

Bert trý av hesum kappaðust á Bermuda fyri tveimum árum síðani. Bjørk Herup Olsen er við aftur, meðan Hallur, Hanus, Tórur og Marna eru við fyri fyrstu ferð.

Fleiri onnur komu tætt at krøvunum, og hjá onkrum restaði heilt lítið í at knógva kravúrslitið. Hesi kunnu tó ugga seg við, at aðrar landsliðsuppgávur eisini standa fyri framman í summar, og nøkur av teimum, ið blivu ov stutt til oyggjaleikirnar, hava kortini longu nú klárað kravúrslit til elitubólkin, sum fer til Íslands sum gestaluttakarar til Íslandsmeistaraskapið og til talentbólkin, sum fer til VU-Spelen.

Tórur í búna
Hesin fitti fýrurin er blivin stórur, sterkur og dugnaligur. Í allar seinastu løtu leyp Tórur Mortensen 13,37 metrar í trístøkki, og leyp seg samstundis inn í oyl-hitan.  

Ferðalagið fer úr Føroyum 25. juni. Leikirnir verða settir leygardagin 27. juni, og morgunin eftir byrja leikirnir við kappingini í hálvum maraton, har Føroyar í løtuni síggja út til at hava eitt sera sterkt lið. Ferðalagið kemur heim 4. juli.

0 comment
0

Related Articles