Home BETRI Vetrarkappingin Avgjørdu Rebekka og Jan Elmar TF Vetrarkappingina?

Avgjørdu Rebekka og Jan Elmar TF Vetrarkappingina?

by Hallur Holm

startur

Í dag varð sætta umfar av TF Vetrarkappingini runnið. Hesaferð heilt norðuri á Fossánesi. Fjarskotið sjálvt eftir føroyskum mátistokki, men kortini við fleiri rennarum á heimavølli. Norðdepli og Hvannasund eiga sín part av føroysku rennisøguni. Veðrið, sum fyrr í vikuna sá út til at fara at skikka sær av tí fræga, lurtar neyvan eftir veðurtíðindunum. Tað livir sítt egna lív, og tað hevðis sínar avbjóðingar við sær tí dag. Í morgun vaknaðu vit til kava, og meðan sjálv renningin fór fram, var til tíðir kavarok.

Hóast okkurt óhapp var, komu allir 86 rennararnir so nøkulunda heilskapaðir um mállinjuna.


Jan Elmar tryggjaði sær enn ein sigur í ársins vetrarkapping

Spenning um fremstu plássini fingu vit ikki í dag. Í øllum førum ikki í opnu bólkunum, har bæði Rebekka Fuglø og Jan Elmar Sørensen vunnu tryggar sigrar. Rebekka legði seg greitt á odda longur eftir fyrsta av teimum fýra umførunum, meðan Jan Elmar skræddi seg leysan frá Julian Gregersen, tá teir høvdu runnið nakað meira enn hálva leið. Eirikur Hansen fylgdi við fyrsta umfar, men hann hevði ikki skógvar til lendispartin av rutuni, og misti tá hvørja ferð eina rúgvu av dýrabarum sekundum.


Andrias vísti at formurin er góður og rann seg til eitt flott triðjapláss

Andrias Hansen tekur seg alsamt fram, og í dag fór hann fram um Eirik á seinasta umfarinum, og móti endanum var hann heldur ikki langt aftanfyri Julian, sum mátti venda sær á nakrar ferðir, tá hann merkti trýsti frá Andriasi. Greiður sigur til Jan Elmar, Julian varðveitti annað plássið, og Andrias á pallinum fyri fyrstu ferð í vetur.


Rebekka vísir betri form enn nakrantíð, nú bert ein vika er til DM innandura

Rebekka rann sum sagt tryggan sigur í hús á heimavøllinum. Krista Nielsen úr Bragdinum var fremsta kvinna eftir fyrsta umfar, men eins og í Hoydølum, kom Rigmor N. Arge úr Hvirluni seint, men sikkurt fram á og fram við henni. Krista megnaði tó enn einaferð at halda Durutu R. á Lofti aftanfyri seg, og vísa henni aftur á fjórða pláss.


Krista og Rigmor stríddust um annað og triðjapláss í dag, men Rigmor gjørdist tann drúgvara

Tær tríggjar Rigmor, Krista og Duruta eiga tó enn sum áður sætið á sigurspallinum hjá veterankvinnunum. Hjá monnunum skiftir eitt sindur við fólki á pallinum. Seinast sóu vit aftur Marnar Pattinson á pallinum eftir bronsukrónuni, og í dag slapp hann so enn longur upp við at gerast nummar tvey í dagsins kapping. Nýggjur á pallinum í dag var Regin Áki Hansen, hvørs áttanda pláss í opna bólkinum var nóg mikið til veteranbronsu. Altíð gott at síggja nýtt fólk á sigurspallinum. Ovasta mannin hava vit longu sæð fleiri ferðir fyrr. Sterki Martin Gravesen vann veteranbólkin trygt, og rann seg eisini til eitt trygt fimtapláss í opna bólkinum.


Cecilia kempaði hart og rann seg til ein sigur í dag

Tann allar harðasta kappingin í dag stóð millum fremstu kvinnurnar hjá superveteranum. Cecilie Arendal og Elisabeth Rasmussen skiftust um at føra, og tað sást týðiliga, at tær vildu gera alt fyri at vinna. Tað endaði tó við, at Cecilie gjørdist tann drúgvara, men ikki var langt aftur til Elisabeth, sum fyri fyrstu ferð fær silvur. Á triðja plássi kom Jóngerð Høgnesen.


Jens í vælkendum stíli og vann enn ein tryggan sigur

Heldur ikki í dag kundi nakar skala superveteranin Jens R. Weihe, sum nú hevur verið ósigraður rættiliga leingi. Rani Nolsøe var við aftur í dag, eftir at hava mist tvey umfør. Hann gjørdi sum hann plagdi, og tók sær av silvurmerkinum. Á triðjaplássi kom Bent H. Jakobsen, sum hevur hug at ota seg alt longur og longur fram.


Maria og Oddvør fylgdust størsta partin av teininum, men Oddvør gjørdist vinnari

Hjá gentunum fingu vit ein nýggjan vinnara seinast, tá Oddvør Josephsen basti Mariu Biskopstø. Spurningurin var so, um hetta kundi henda einaferð afturat á 3,5 km langa og harða teininum. Maria hevur verið sjúk seinastu tíðina, og tað var tí ikki so óvæntað, at ein væl rennandi Oddvør enn einaferð fór fyrst um málið. Maria var tó beint aftanfyri. Tað bleiv aftur í dag til ein tripp-trapp-Treysti, tí á triðja plássi kom Elin Kristina Ryan pressandi.

 
Dánjal vann enn ein tryggan sigur, meðan Hans bleiv nummar tvey á heimavølli

Hans Sivertsen var eisini á heimavølli í dag. Hann hevur í vetur vunnið eina kapping, og skuldi hann vinna aftur á sterka mótstøðumanninum Dánjali Dahl Ljósheim, skuldi tað helst latið seg gjørt á heimavøllinum, har fýra ferðir skuldi rennast fram við sínum egna heimi. Men Dánjal er sera sterkur í løtuni, og tað sær ikki út til, at nakar tekur hann aftur í vetur. Dánjal vann aftur tryggan sigur í dag. Eins og Hans ikki fær fatur á Dánjali, hevur Hans Erland Thomsen eisini trupult at fáa fatur á Hansi. Hans Erland bleiv aftur í dag nummar trý, júst sum øll hini umførini síðani 2. plássið Runt Agnið.

 
Tað gjørdist sera stríggi hjá øllum at koma niðan á Múlavegin

Dagsins ruta var sera tung at renna, og við kava á jørðini og kavaroki í luftini gjørdist alt enn tyngri. Tí var tað ein fragd fyri eygað at síggja allar luttakararnar leggja so nógv fyri  og leggja alla megi í at gera sítt besta. Man er sanniliga stoltur av at vera millum vetrarrennararnar.

 

 

 

 

 

Fleiri myndir, sum Jóannes N. Poulsen tók, eru at finna her: TF VK-6 Fossánes 2016

Úrslit TF VK-6 Fossánes 20. februar 2016 kl. 11.00

 

Nr. Tíð Kvinnur opin bólkur (-1999) ca. 7,3 km
1 34,29 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 35,03 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
3 36,07 Krista Nielsen 1965 Bragdið
4 36,20 Duruta Reginsdóttir á Lofti 1969 Bragdið
5 36,40 Beinta Hoydal Joensen 1971 Bragdið
6 37,43 Ann Thomsen 1966 Bragdið
7 38,21 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
8 38,49 Ingrid Hofgaard 1968 Bragdið
9 39,00 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
10 39,21 Paula Mohr 1968 Hvirlan
11 41,13 Eydna Weihe 1969 Bragdið
12 41,44 Astrid Joensen 1967 Roysnið
13 42,11 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
14 42,47 Hallbjørg Danielsen 1973 Roysnið
15 43,41 Bjørg Nielsen 1974 Bragdið
16 44,37 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
17 44,42 Jorie Josephsen 1971 Treysti
18 45,22 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
19 45,30 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
20 45,42 Cecilia Arendal 1957 Hvirlan
21 45,43 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
22 45,46 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
23 45,55 Elisabeth Rasmussen 1959 Bragdið
24 46,33 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
25 46,49 Tina Kruse Dam 1977 Bragdið
26 47,11 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
27 47,11 Unna Hansen 1967 Roysnið
28 47,37 Ruth Winther 1968 Bragdið
29 47,49 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
30 48,22 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
31 49,16 Olga Johannessen 1967 Roysnið
32 49,30 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
33 51,23 Jessie Hansen 1955 Bragdið
34 52,13 Maria Biskopstø 1965 Bragdið
35 53,30 Súsanna Lydersen 1978 Treysti
36 53,32 Susan Jacobsen 1964 Treysti
37 53,55 Kára Samuelsen 1965 Bragdið
38 56,38 Ingun Olsen 1959 Bragdið
dns Heidi Jógvansdóttir 1972 Bragdið
 –
Nr. Tíð Kvinnur veteranar (1961-1970) ca. 7,3 km
1 35,03 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
2 36,07 Krista Nielsen 1965 Bragdið
3 36,20 Duruta Reginsdóttir á Lofti 1969 Bragdið
4 37,43 Ann Thomsen 1966 Bragdið
5 38,49 Ingrid Hofgaard 1968 Bragdið
6 39,00 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
7 39,21 Paula Mohr 1968 Hvirlan
8 41,13 Eydna Weihe 1969 Bragdið
9 41,44 Astrid Joensen 1967 Roysnið
10 42,11 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
11 44,37 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
12 45,22 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
13 45,30 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
14 45,43 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
15 45,46 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
16 46,33 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
17 47,11 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
18 47,11 Unna Hansen 1967 Roysnið
19 47,37 Ruth Winther 1968 Bragdið
20 47,49 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
21 49,16 Olga Johannessen 1967 Roysnið
22 49,30 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
23 52,13 Maria Biskopstø 1965 Bragdið
24 53,32 Susan Jacobsen 1964 Treysti
25 53,55 Kára Samuelsen 1965 Bragdið
 –
Nr. Tíð Kvinnur superveteranar (-1960) ca. 7,3 km
1 45,42 Cecilia Arendal 1957 Hvirlan
2 45,55 Elisabeth Rasmussen 1959 Bragdið
3 48,22 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
4 51,23 Jessie Hansen 1955 Bragdið
5 56,38 Ingun Olsen 1959 Bragdið
 –
Nr. Tíð Menn opin bólkur (-1999) ca. 7,3 km
1 28,04 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
2 28,23 Julian Gregersen 1998 Treysti
3 28,36 Andrias Hansen 1982 Bragdið
4 29,57 Eirikur Hansen 1980 Bragdið
5 30,12 Martin Gravesen 1967 Bragdið
6 30,45 Gunnar Eihilt Sivertsen 1999 Treysti
7 30,49 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
8 31,59 Regin Áki Hansen 1970 Bragdið
9 32,31 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
10 32,36 Heini Gregersen 1964 Treysti
11 32,50 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
12 33,05 Rógvi Kárason 1995 Bragdið
13 33,07 Niels Poulsen 1972 Bragdið
14 34,00 Regin Thomsen 1976 Roysnið
15 34,42 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
16 34,46 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
17 34,51 Kaj Dam 1966 Treysti
18 35,02 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
19 35,49 Eyðun Simonsen 1969 Bragdið
20 36,06 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
21 36,12 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
22 36,33 Andreas Josephsen 1968 Treysti
23 36,44 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
24 36,47 Rói Herup Olsen 1983 Bragdið
25 37,05 Christian Olsen 1962 Bragdið
26 37,16 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
27 37,24 Rani Nolsøe 1959 Treysti
28 37,37 Áki Leitisstein Hansen 1983 Onki felag
29 38,50 Bent Jakobsen 1958 Bragdið
30 38,56 Sverri Eriksen 1974 Bragdið
31 39,27 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
32 39,37 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
33 39,51 Martin Sivertsen 1973 Treysti
34 39,59 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
35 40,04 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
36 40,30 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
37 40,34 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
38 41,51 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
39 44,16 John Ryan 1974 Treysti
 –
Nr. Tíð Mansunglingar (1995-1999) ca. 7,3 km
1 28,23 Julian Gregersen 1998 Treysti
2 30,45 Gunnar Eihilt Sivertsen 1999 Treysti
3 33,05 Rógvi Kárason 1995 Bragdið
4 36,12 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
 –
Nr. Tíð Menn veteranar (1961-1970) ca. 7,3 km
1 30,12 Martin Gravesen 1967 Bragdið
2 30,49 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
3 31,59 Regin Áki Hansen 1970 Bragdið
4 32,31 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
5 32,36 Heini Gregersen 1964 Treysti
6 32,50 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
7 34,42 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
8 34,51 Kaj Dam 1966 Treysti
9 35,02 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
10 35,49 Eyðun Simonsen 1969 Bragdið
11 36,06 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
12 36,33 Andreas Josephsen 1968 Treysti
13 36,44 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
14 37,05 Christian Olsen 1962 Bragdið
15 37,16 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
16 39,27 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
17 39,59 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
18 40,04 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
19 40,34 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
20 41,51 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
 –
Nr. Tíð Menn superveteranar (-1960) ca. 7,3 km
1 34,46 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
2 37,24 Rani Nolsøe 1959 Treysti
3 38,50 Bent Jakobsen 1958 Bragdið
4 39,37 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
5 40,30 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
 –
Nr. Tíð Gentur (2000-2004) ca. 3,6 km
1 16,01 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
2 16,11 Maria Biskopstø 2002 Treysti
3 18,00 Elin Kristina Ryan 2000 Treysti
4 19,06 Unna Ró Jacobsen 2002 Bragdið
5 20,49 Birita Ryan 2002 Treysti
 –
Nr. Tíð Dreingir (2000-2004) ca. 3,6 km
1 15,05 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
2 15,45 Hans Eihilt Sivertsen 2001 Treysti
3 15,55 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið
4 17,25 Ingi Johannessen 2002 Roysnið

 

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Dan 21.02.16 - 14:54

Martin Sivertsen bleiv nr 17, hann er ikki á listanum?

Regin Thomsen 22.02.16 - 12:31

Hey Dan
Martin bleiv nummar 33. Hevði hann veri veteranur, so var hann nr. 17 á tí listanum, men har er hann ikki enn. Lat hann ikki hoyra teg 😉

Comments are closed.