Home FÍF Avtala millum Tryggingarfelagið Føroyar og FÍF undirskrivað

Avtala millum Tryggingarfelagið Føroyar og FÍF undirskrivað

by Hallur Holm

Fríggjadagin skrivaðu Tryggingarfelagið Føroyar og FÍF undir avtalu, sum ber í sær, at Tryggingarfelagið Føroyar verður høvuðsstuðul hjá FÍF komandi tvey árini. Tryggingarfelagið Føroyar fylgir væl við, hvat rørist á føroyska ítróttarpallinum, og stóra framgongdin innan frælsa ítróttin er skjót at fáa eyga á. Góðu úrslitini við teimum mongu heiðursmerkjunum á oyggjaleikunum fyrst á Isle of Wight í 2011 og síðani á Bermuda í 2013, bera prógv um stóru menningina. Í FÍF fegnast vit um, at eisini Tryggingarfelagið Føroyar sær møguleikar í frælsa ítróttinum, og vil vera við til at bera okkara ítrótt fram á leið. Tað er eyðsæð, at nógv økta virksemið eisini førir við sær øktar útreiðslur. Tí er tað sera kærkomið, at ein so góður viðleikari sum Tryggingarfelagið Føroyar, vil standa saman við okkum, og tað er eingin ivi um, at saman standa vit sterkari.

TF-FÍF2013Maria á Dul, deildarstjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar og Hallur Holm, formaður í FÍF, taka lógvatak. Aftanfyri standa tveir av okkara evnaríkastu ungdómum. 18 ára gamli Hallur Simonsen er føroyameistari í klingrukasti og 14 ára gamla Katarina Høj setti í summar føroyskt met á 800 m. Um alt gongur sum ætlað, verða hesi bæði við til sínar fyrstu oyggjaleikir í 2015, og bæði fara tey at kappast um heiðursmerkini.

Jólakalendarin

Onkur hevur kanska bitið merki í, at ein jólakendari er komin á okkara forsíðu. Ætlanin við hesum er at vísa onkrar eldri myndir, ella siga frá onkrari gamlari søgu. Ella at skriva onkra grein, sum er blivin gloymd, ella sum vit ikki hava fingið stundir til at skriva, tá tað var aktuelt. Meiningin er ikki, at jólakalendarin skal verða frá okkum til tykkum, men frá okkum til okkum. Tað merkir, at øll eru vælkomina at senda mær onkra gamla mynd ella okkurt gamalt úrslit frá onkrari  kapping, sum øll hava gloymt. Tilfar skal sendast til hallur@nordbil.fo – haldið tykkum ikki aftur!

Hendan søgan í dag um avtaluna við Tryggingarfelagið Føroyar, er á ein hátt ein jólagáva, og skuldi kanska staðið í nr. 24. Men hetta er há-aktuelt, og er so samstundis fyrsta jólasøgan í ár.

0 comment
0

Related Articles