Besti vetrarrennarin er úr Nólsoy!

Skrivað hevur

Tað vóru nógvar sterkar kvinnur møttar upp, tá FM í 10 km landavegsrenning og finalan í Betri Vetrarkappingini bleiv runnin í Runavík leygarmorgunin. At nógv stóð uppá spæl skiltist á øllum brøgdum.

Rebekka Fuglø mundi vera størsti favoritturin at vinna FM-heitið, men svenska Sarah Vallin var ein møgulig hóttan. Nakrar av okkara fremstu rennarum hava ikki verið so drúgvar í Vetrarkappingini, men nú FM eisini var á skránni, sóust fleiri sterkir rennarar á startstrikuni, eitt nú Rigmor N. Arge og Duruta R. á Lofti.

Rebekka legði harðast fyri, og fylgdi eina løtu við teimum næstfremstu monnunum. Hetta gav henni tíðliga eina góða leiðslu. Sarah Vallin lá beinanvegin á øðrum plássi, meðan Duruta R. á Lofti, Beinta Hoydal Joensen og Oddvør Josephsen togaðust um triðja plássið við Rigmor N. Arge stutt aftanfyri.

FM 10 km 2018 kvinnur2
Hørð kapping um bronsuna hjá kvinnum. Duruta R. á Lofti, Oddvør Josephsen, Beinta H. Joensen og Rigmor N. Arge, saman við Páll Vesturbú, Róa H. Olsen og Marnari Pattinson

Byrjannin hjá Rebekku hevur verið nakað hørð, tí móti endanum tók svenska Sarah Vallin at nærkast. Hon kom heilt nær og at enda vóru bert 13 sekund millum tær. Í kappingini um triðja plássið stóð Duruta stinnast og vann trygt bronsuna, meðan unga Oddvør Josephsen dragnaði aftur á sjeynda pláss og Beinta mátti lata Rigmor fram um.

FM 10 km 2018 topptrýkvinnur
FM-vinnarin Rebekka Fuglø í miðjuni, v.m. Sarah Vallin nr. 2 og h.m. Duruta R. á Lofti nr. 3

Vinnarin av Betri Vetrarkappingini hjá kvinnunum gjørdist Ann-Mari av Skarði úr Bragdinum. Í sterku kappingini endaði Nólsoyardaman á 8. plássi, men samlaða sigurin kundi eingin taka frá henni. Hann var stórt sæð tryggjaður undan kappingini. Samlaða annaðplássið hjá Maritu Andrasardóttir var eisini rættiliga trygt undan kappingini.

Størsti spenningurin var um triðja og fjórða pláss, sum stóð millum Sigrun Kallsoy Kristiansen og Petru Weihe, sum hava verið sera javnar allan veturin. Endin var, at bert eitt stig var á muni millum tær við Petru á triðjaplássi.

Betri 2018 Kvinnur
Drúgvastu vetrarrennararnir í ár: F.v.: Marita Andrasardóttir (nr. 2) Ann-Mari av Skarði (vinnari) og Petra Weihe Mikkelsen (nr. 3)

FM 10 KM Kvinnur opin bólkur:
1. Rebekka Fuglø, Treysti 40.16
2. Sarah Vallin, Bragdið 40.29
3. Duruta R. á Lofti, Bragdið 42.05
4. Rigmor N. Arge, Hvirlan, 42.42
5. Beinta Hoydal Joensen, Bragdið 43.43

Betri Vetrarkappingini – endaliga støðan, Kvinnur – opin bólkur topp 5
1. Ann-Mari av Skarði, Bragdið 220 stig
2. Marita Andrasardóttir, Hvirlan, 213 stig
3. Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið, 204 stig
4. Sigrun Kallsoy Kristiansen, Bragdið 203 stig
5. Rebekka Fuglø, Treysti 200 stig

Øll úrslit

Myndir

 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>