Leygardagin 19. mei byrjar Betri Stórkappingin. Kappingin er í trimum umførum, sum øll vera á Tórsbreyt. Kappast verður hesar dagar við vertsfelagi í klombrum:
- 19. mai – Bragdið
- 9. juni – Hvirlan
- 16. juni – Treysti/Roysnið
Roknast skal tó við, at felagið við høvuðsábyrgdini, kann hava tørv á hjálp frá hinum feløgunum.
Allar kappingardagarnar verður byrjað klokkan 12.oo.
Kappingargreinarnar verða tær somu í ár sum í fjør við einari broyting. Í bólkunum gentur og dreingir 18-19 ár og kvinnur og menn +20, kemur sleggjuvarp við og klingran fer út.
Tilmeldingin liggur klár í seinasta lagi á middegi í morgin og allar tilmeldingar skulu vera avgreiddar mikukvøldið í næstu viku klokkan 20.00.
HER ber til at hyggja eftir hvussu kappingargreinarnar og kappingarreglurnar vóru í fjør. (verður dagført)
Summarið nærkast og stuttligt verður at síggja hesar allar dystast aftur á Tórsbreyt