BETRI VK-5 og FM í Lendisrenning

Skrivað hevur

Leygarmorgunin 9.februar kl. 11.00 skipar Bragdið fyri fimta  umfar í BETRI vetrarkappingini, sum aftur í ár verður renni í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri Studentaskúlan, sum vanliga er grøn og vøkur, og inni í viðarlundini. Her er talan um øðrvísi renniundirlag, enn til hinar kappingarnar, tí so at siga bara nakrar metrar av asfalti verða undir fótunum. Og nú vit hava havt kava í fleiri dagar, er avbjóðingin enn størri.

Umframt at hetta er fimti partur av vetrarkappingini, er hetta eisini FM í lendisrenning.

Tey vaksnu renna seks umfør, umleið 8 km. Børnini renna somu rutu, men tvey umfør, sum er umleið 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11.

Hetta siga tey frá Bragdinum:
Í ár er tað soleiðis, at Studentaskúlin er afturlatin og tí ber ikki til at skifta har. Í staðin fyri eru vit sloppin í Fimi, sum er í Gundadali, beint við Tórsvøll. Har bjóða vit ein góðan drekkamunn aftaná og har verður heiðursmerkjahandanin eisini. Vit vilja heita á tykkum, at fara væl um og ikki at draga skitnu skógvarnar inn við.

Øll kunnu vera við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til inni á renn.fo áðrenn fríggjakvøldið kl. 23.00. Tilmeldingin kostar 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygarmorgunin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 og 50 kr og gjaldast skal við reiðum peningi.

Startnummur skulu heinast leygarmorgunin frá kl. 10 uttan fyri Studentaskúlan.

Vælkomin oman í Hoydalar

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*