Home BETRI Vetrarkappingin BETRI VK-7 í Trongisvági leygardagin

BETRI VK-7 í Trongisvági leygardagin

by Guttorm Sørensen

Leygardagin verður sjeynda og næstaseinasta umfar í TF Vetrarkappingini runnið í Suðuroy. Tað er rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni, sum bjóðar í ár vælkomin til VK-7, ið verður avgreitt við ítróttarøkið við Stórá í Trongisvági. Smyril er á Tvøroyri umleið kl 09.00 og renningin byrjar umleið 10.15.

Teinurin er umleið 9 km til longdar. Børnini renna umleið 3,3 km. Rutan hjá teimum vaksnu sær soleiðis út. Runnið verður eftir áargøtuni (bleytt undirlag) niðan í viðarlundina, víðari framvið ánni niðan til Sterling. Tá komið er niðan móti vegnum við brúnna, verður snarað til vinstru. Runnið verður síðan á asfalt, tvs. eftir vegnum Við Rangá omaneftir til høvuðsvegin og á mál frammanfyri vøllin við Stórá. Teinurin er áleið 4,5 km og verður runnin tvær ferðir, ella íalt umleið 9 km.

Rutan sæst her: https://www.endomondo.com/routes/478611875

Gentur og dreingir renna 3,3 km. Byrjað verður saman við teimum vaksnu. Runnið verður niðan eftir áargøtuni og víðari niðan í plantaguna. Komin úr plantaguni verður runnið eftir gøtuni og niðan eftir brekkuni, ið gongur niðan á vegin Við Rangá, beint uppi yvir plantaguni. Komin niðaná verður snarað til vinstru og runnið verður oman móti høvuðsvegnum aftur og yvir á mál frammanfyri vøllin í Stórá.

Rutan sæst her: https://www.endomondo.com/routes/478627328

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni áðrenn kl. 22.00 fríggjakvøldið ella í seinasta lagi 30 min. áðrenn byrjan, tvs. kl. 9.45.

Øll eru vælkomin at luttaka og vónar Hvistan at sígga nógvar rennarar við Stórá leygarmorgunin.

 

0 comment
0

Related Articles