Betri VK3: ársins seinasta rennikapping leygardagin

Skrivað hevur

Hann sigur nakað sama veður leygardagin komandi sum leygardagin farna. Strúk í vindi av útnyrðingi, seks hitastig, sólglottar og helst turt. Ikki so galið renniveður, nú Bragdið bjóðar til triðja umfar av Betri Vetrarkappingini , sum verður skotin í gongd leygardagin 25. november  kl. 11.00.

Sum áður er nevnt, er ikki rennandi út á Glyvursnes, nú stórarbeiði fer fram við útbyggingini av Tórshavnar havn. Tí verður farið aftur á Tórsbreyt, har vit renna tey fýra umførini, sum vit kenna frá fyrr:

Byrjað verður  á breytini og síðani verður farið niðan til rundkoyringina á ringvegnum, framvið Magn og oman eftir ringvegnum. Snarast skal so  til vinstru eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skraddaragøtu yvir til Svartafoss og so oman móti Tórsbreyt. Rennast skulu fýra umfør og fjórðu ferð skal rennast inn aftur á Tórsbreyt á mál. Børnini renna eitt umfar.

VK Tórsbreyt
Seinast teinurin kring Tórsbreyt, Skraddaragøtu og Svartafoss varð runnin. Hetta var í 2013, tá Marnar Djurhuus og Bjørk H. Olsen vóru í serflokki. 

Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2001)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1963-1972)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1953-1962)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1952 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1997-2001)
-Gentur / Dreingir (f. 2002-2006)

Umklæðing er í Fimi, har verður eisini hugnaløta við einum góðum kaffimunni og heiðursmerkjahandan aftaná renningina.

Bringutølini kunnu heintast fríggjadagin millum kl. 15 og 17 í teknikkhúsinum á Tórsbreyt og leygarmorgunin frá kl. 10.00 á sama stað.

Tilmeldingin er klár á fif.fo. Seinasta freist at melda til á netinum, er fríggjakvøldið kl. 23.00. Gjaldast skal  við gjaldskorti. Er tað onkur, sum ikki hevur meldað til fríggjakvøldið, er seinasti møguleiki at melda til, leygarmorgunin frá 10.00-10.30 og tá skal gjaldast við reiðum peningi.

Síggjast á Tórsbreyt!

Regin Thomsen
Eitt sindur óvæntað er tað maðurin sum heldur skil á øllum støðunum í Betri Vetrarkappingini, Roysningurin Regin Thomsen, sum hevur lagt seg á odda í samlaðu kappingini eftir tvey fjórðapláss. Klárar hann at halda seg á toppinum inn í næsta árið?

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>