Betri VK4 í Sørvági leygardagin

Skrivað hevur

Nú leygardagin 13. januar verður fjórða umfar av Betri Vetrarkappingini runnið í Sørvági, har Frælsi verður vertur. Sjálv rennikappingin verður skotin í gongd klokkan 11.00.

Møtt verður í Sørvágs Skúla frá klokkan 10.00, har til ber at klæða um og fáa startnummar. Í Sørvágs Skúla verður eisini suppa, kaffi og køka afturvið heiðursmerkjahandanini eftir lokna kapping.

Runnið verður frá Sørvágs Kirkju út eftir fjørðinum til Bíggjar. Út eftir verður runnið á ovara vegi (Gásadalsvegnum) og sneitt verður beint oman í bygdina eftir Traðarvegnum. Runnið verður heim gjøgnum Bíggjar bygd og inn til Sørvágs, har málið er sama stað sum starturin.

Renniteinurin hjá gentum og dreingjum er 3 km. Tey byrja saman við teimum vaksnu, men venda eftir 1,5 km. Teinurin hjá teimum vaksnu er beint undir 9 km.

Meldast kann til á staðnum fram til klokkan 10.30, men frægast er at gera tað HER áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Goldið verður tá on-line. 50 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn.

Nógvir hundar eru í Bø, men hundapáparnir fara at hava hundarnar í kjallarunum millum kl. 11 og 12.

VK4 2017 Andrias Eirikur Julian
Hansens & hundalív har vesturi í fjør. Í ár verða hundarnir hildnir inni, og runnið verður heim gjøgnum bygdina

Tað verður kappast í hesum bólkum:

-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2001)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1963-1972)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1953-1962 )
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1952 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1997-2001)
-Gentur / Dreingir (f. 2002-2006)

Triðja umfar avlýst og strikað
Sum kunnugt varð triðja umfar av Betri Vetrarkappingini avlýst vegna veður. Tískil verða reglurnar fyri samlaðu kappingina broyttar

Eins og í fjør er avgjørt at reglurnar verða stillaðar soleiðis:

  • Fyri at gjøgnumføra TF Vetrarkappingina skulu í minsta lagi fýra umfør gjøgnumførast.
  • Tað eru framvegis fimm tey bestu umførini, sum telja.
  • Eykastigini verða latin soleiðis: eitt fyri fimm kappingar –  tvey  fyri seks kappingar og trý eykastig fyri sjey kappingar. Sostatt ber framvegis til at fáa tilsamans seks eykastig.

Liðkappingin
Einasta broyting í liðkappingini er, hvør luttakari skal hava gjøgnumført í minsta lagi fýra umfør fyri at telja við í liðkappingini. har tað annars vanliga er fimm umfør.

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*