Home FÍF Broyting!!

Broyting!!

by Hallur Holm

1. umfar av Grand Prix á breyt fyri ung er vegna fótbóltsdyst á Svangaskarði flutt til týsdagin 27. mei 2008. Kappingarnar hetta kvøldið byrja kl. 18.00. Neyvari tíðarætlan og tilmelding verður lagt út í vikuni frammanundan. Øll 10-17 ára gomul eru vælkomin at luttaka.

4 comments
0

Related Articles

4 comments

Súni 10.05.08 - 11:00

Hey!!

Merkir “í vikuni frammanundan” mánadagin 19.mai ella 26.mai?

Vinarliga
Súni

Rebekka 11.05.08 - 00:10

Hevdi tad ikki verid smart at lagt kappingina ein tíma seinni, so sudringar eisini kunnu vera vid?

Hallur 13.05.08 - 07:53

Hey Súni og Rebekka

“Í vikuni frammanundan” merkir einaferð í viku 21. Men eg skilji hvat tú meinar við, og vit skulu skunda okkum at avgera teinarnar, so at tey ungu kunnu fyrireika seg best møguliga.

Suðuroyingar eru sjálvandi altíð vælkomnir til kappingar norðanfjørðs. Trupulleikin er bert, at tað er sera torført at fáa breytina, tá treytirnar frá okkara síðu eru, at eingin fótbóltur verður leiktur samstundis.

Vinarliga Hallur

Súni 13.05.08 - 19:50

Hey!!

Takk fyri. Vit bíða spent! Vónandi verða vit nógv. Kanska veðurgudinnan eisini verður við okkum.

Vinarliga
Súni

Comments are closed.