Home FÍF Broytingar í úttøkukrøvunum til oyggjaleikirnar

Broytingar í úttøkukrøvunum til oyggjaleikirnar

by Hallur Holm

Tá úttøkukrøvini til oyggjaleikirnar á Bermuda komu út, vóru nakrar broytingar gjørdar í mun til undanfarnar úttøkur. Ein av broytingunum var, at einki krav kundi lúkast, uttan at íðkari hevði í minsta lagi 700 stig á avrikslistanum hjá IAAF. Hetta førdi við sær, at serliga í kastigreinum hjá kvinnum vórðu krøvini sett væl hægri upp. Á nevndarfundi í Klaksvík seinasta fríggjakvøld varð avgjørt at venda aftur til gomlu skipanina, sum sigur at kravið er í minsta lagið miðalbronsuúrslit frá teimum trimum seinastu oyggjaleikunum. Eitt lítið undantak er tó gjørt í spjótkasti hjá kvinnum, har kravið er rundað upp til 35 metrar.

Í fyrsta umfari varð tíðarfreistin at klára oyggjaleikakravið sett til 31. desember. Hetta var fyri at FÍF sjálvt skuldi hava møguleika at fyrireika ferðina á bíligasta hátt. Nú tá tað er avgjørt, at ferðingin verður beinleiðis við Atlantic, hava vit sett evstamark fyri at klára kravið til 5. mei 2013.

Tað eru fyribils sjey íðkarar, ið hava klárað kravúrslitini. Krøvini síggjast undir bjálkanum “krøv” á forsíðuni.


Øssur og Bjørk verða aftur tvey av okkara allarsterkastu kortum á Bermuda. (mynd: Hvirlan)

0 comment
0

Related Articles