Home FÍF Bruttohópurin til oyggjaleikirnar

Bruttohópurin til oyggjaleikirnar

by Hallur Holm

Nú eru bert góðir tríggir mánaðir eftir til oyggjaleikirnir á Jersey verða settir 27. juni 2015. Men enn styttri er til okkara hópur í frælsum ítrótti verður endaliga kunngjørdur. Í ár verður úttøkan eitt lítið sindur øðrvísi, tí nú eru feløgini sjálvi komin við teirra boðum um hvør eigur at vera millum oyl-biðlarnar. Tey allarflestu av hesum hava antin verið í talent- ella elitubólkinum. Men eisini aðrir íðkarar við stórari framgongd seinasta árið, eru við í bruttohópinum, sum sær soleiðis út:

Spurtarar:
Rúni Jacobsen, Hvirlan, 100 m og 200 m
Tummas Napoleon Arge, Hvirlan, 200 m
Magnus Dahl-Christiansen, Hvirlan, 100 m
Hildur Poulsen, Bragdið, 100 m
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Bragdið, 100 m, 200 m og 400 m
Sára Debesardóttir, Bragdið, 200 m og 400 m
Alda Sigurdsdóttir Lamhauge, Hvirlan, 100 m og 200 m

Loyparar:
Trygvi Laksafoss, Hvirlan, hæddarlop, longdarlop og trístøkk
Øssur Debes Eiriksfoss, Hvirlan, hæddarlop, longdarlop og trístøkk
Bogi Berg, Hvirlan, longdarlop
Tórur Mortensen, Hvirlan, longdarlop og trístøkk
Edna Maria Debes, Hvirlan, trístøkk

Kastarar
Hallur Simonsen, Hvirlan, klingrukast
Heri Ziska, Hvirlan, klingrukast
Hanus Bergsson, Hvirlan, spjótkast
Marita Káradóttir Petersen, Hvirlan, spjótkast

Miðteinarennarar:
Rúni Seloy, Bragdið, 800 m
Teitur Bjarnastein, Bragdið, 800 m
Steingrímur Hallsson, Bragdið, 800 m
Eingar Gregersen, Treysti, 800 m og 1.500 m
Julian Gregersen, Treysti, 800 m og 1.500 m
Katarina Høj, Bragdið, 800 m og 1.500 m
Rebekka Fuglø, Treysti, 800 m og 1.500 m

Langteinarennarar:
Sam Vang, Bragdið, ½ maraton
Jan Elmar Sørensen, Treysti, 3.000 m forðarenning
Bjørk Herup Olsen, Bragdið, 3.000 m forðarenning, og 5.000 m
Valborg Heinesen, Bragdið, 5.000 m, 10.000 m og ½ maraton
Marna Egholm, Bragdið, 5.000 m, 10.000 m og ½ maraton

Hægsta luttakaratal hjá FÍF til oyggjaleikir hevur ligið um 10, so tað sær sera spennandi út, nú heili 25 hava møguleika at koma á landsliðið. Higartil eru átta, sum hava klárað kravúrslitini fyri at sleppa við. Tað eru Katarina Høj, Rebekka Fuglø, Bjørk Herup Olsen, Valborg Heinesen, Marna Egholm, Rúni Seloy, Øssur Debes Eiriksfoss og Hanus Bergsson. Bert at klára eitt kravúrslit er tó ikki nóg mikið til at koma á landsliðið. Umráðandi er at tú ert ein partur av landslagnum og regluliga ert við í viðkomandi kappingum, eitt nú FM-kappingum.


Frá oyggjaleikunum á Bermuda. Valborg og Rebekka eru framvegis millum sterku føroysku kortini.

Seinastu tvey árini hevur landsliðið verið til VU Spelen í Gøtuborg. Hetta fer ikki at bera til í ár, av tí at oyggjaleikir enda samstundis sum VU Spelen byrjar. Nevndin hevur tí avgjørt, at landsliðið fer við til íslandsmeistarakappingina, sum verður vikuskiftið undan ólavsøku. Hetta verður gjørt í samráð við Frælsa ítróttarsambandið í Íslandi, sum gleðiliga tekur móti okkum sum gestaluttakarum. Hetta verður so aftur ein møguleiki hjá teimum, sum kanska akkurát gjørdust ov stutt til oyggjaleikir, at koma í altjóða kapping kortini.

Venjingar- og kunningardagur
Vit fara heilt skjótt at hava eitt tiltak fyri bruttohópin, har vit fyrst hava eina felagsvenjing. Síðan verður kunning um landsliðsætlanirnar í summar. Ein góðan bita fáa vit nokk eisini hendan dagin. Meira um hetta heilt skjótt.

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur 25.03.15 - 08:21

Spennandi 🙂

Comments are closed.