Cecil og Astrid føroyameistarar – dagførd úrslit

Skrivað hevur

Í gjár var FM í hálvum maraton hildið í Klaksvík í sambandi við stóra tiltakið NS-hálvmaraton, sum Treysti skipar fyri. Eisini var stuðulsrenning fyri Sclerosufelagnum, har allur peningur frá teimum, sum runnu styttra teinin – 5 km – fór óskerdur til Sclerosufelagið. Undan startinum var eisini barnarenning. Tiltakið var sera væleydnað, og tilsamans vóru um 200 rennarar møttir upp.

½ maraton FM 2018 startur
Heldur váttligt undan startinum, men tað bleiv bara heilt gott

Veðrið sá einki serligt út. Nógv regn allan fyrrapartin, men tað tornaði nakað eftir startin klokkan 14.00. Vindurin var ikki hin nógvi, og tá tað samstundis var hampuliga lýtt, gjørdist renniveðrið bara av tí heilt fræga, tá saman um kom.

Fýra umfør á góðar fimm kilometrar skuldu rennast. Eftir fyrsta fjórðing fylgdust fýra menn. Men beint eftir, so sleit Cecil Weihe seg leysan. Hinir tríggir, Hjalmar Sjóvará, Regin Thomsen og Lau Jensen, fylgdust líka til 16 km, tá Hjalmar mátti sleppa. Áðrenn seinast túrin út á Bumshamar byrjaði eisini at loysna millum Regin og Lau.

Cecil økti allan vegin. Ferðin var so jøvn, at sjálvt ikki fínasta klokkuverkið kundi síggja mun á einum kilometri frá einum øðrum. Á málinum var Cecil smáar tríggjar minuttir undan nærmasta kappingarneytanum, og vann FM í hálvum maraton fyri triðju ferð. Regin Thomsen fekk eitt gott persónligt met og tryggjaði sær silvur góð tjúgu sekund undan Lau Jensen á bronsuplássinum.

½ maraton FM 2018 Cecil førir
Her koma teir framvið málinum eftir fyrsta av fýra umførum, og her er Cecil væl á veg at slíta seg leysan. Peter Jensen er framvegis við her, men fall skjótt frá. 

Hetta man hava verið besti dagurin hjá Roysninum nakrantíð. Eitt var at vinna silvur og bronsu í FM hjá monnunum. Men kvinnurnar vildu enn meira. Tí her vunnu tær bæði gull og silvur. Gott nokk var tað væl rennandi svenska Sarah Vallin, sum var allarfremst av kvinnunum, men hon var ikki partur av FM-stríðnum. Men aftanfyri hana kom fyrst Astrid Joensen og síðani Lydia Jacobsen. Báðar runnu tær sera javnt og væl, og teirra plaseringar blivu ongantíð hóttar. Hetta var fyrstu ferð, at Astrid vann eitt FM-heiti í renning. Svanna Lútzen úr Treysti vann bronsuna.

½ maraton FM 2018 Astrid Joensen
Astrid Joensen vísti góðan form og vann sítt fyrsta FM-heiti í renning

½ maraton FM 2018 Sarah Vallin
Svenska Sarah Vallin var langt fremst av kvinnunum, men kann ikki vinna FM. Hon vann tó NS ½maraton

½ maraton FM 2018 Roysnið
Roysnið gjørdi eitt ordans hál til FM ½ maraton og vann ikki færri enn fýra av teimum seks stóru heiðursmerkjunum. 

FM opin bólkur menn
1. Cecil Weihe, Bragdið 1.21.53
2. Regin Thomsen, Roysnið 1.24.21
3. Lau Jensen, Roysnið 1.24.47

FM opin bólkur kvinnur
1. Astrid Joensen, Roysnið 1.37.09
2. Lydia Jacobsen, Roysnið 1.39.33
3. Svanna Lútzen, Treysti 1.51.07

FM veteranar, menn
1. Cecil Weihe, Bragdið 1.21.53
2. Lau Jensen, Roysnið 1.24.47
3. Hjalmar Sjóvará, Bragdið 1.25.48

FM veteranar, kvinnur
1. Astrid Joensen, Roysnið 1.37.09
2. Mona Rasmussen, Treysti 1.51.46
3. Beinta Hilduberg, Bragdið 1.56.42

FM superveteranar, menn
1. Borgar Biskopstø, Treysti 1.37.05
2. Hjalti Gunnarstein, Bragdið 1.39.28
3. Kári Simonsen, Bragdið 1.43.06

FM superveteranar, kvinnur
1. Elisabeth Rasmussen, Bragdið 2.04.02
2. Anna Sofía Kristiansen, Bragdið 2.07.54
3. Laila Jacobsen, Frælsi 2.15.24

FM ultraveteranar, menn
1. Jóannes Ortind, Bragdið 1.47.36
2. Robert Vilhelmsen, Bragdið 1.59.43

FM hálvmaraton 2018

NS hálvmaraton 2018 úrslit

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*