Home FÍF Dansk Atletikforbund skotið Hera Ziska upp sum ársins leiðara

Dansk Atletikforbund skotið Hera Ziska upp sum ársins leiðara

by Hallur Holm

At tað eru nøkur fólk, sum leggja alla sína orku í frælsa ítróttin, eru vit eftir hondini mong, sum vita her heima. Nú spyrjast hesi tíðindi eisini uttanfyri landoddarnar, og nú Dansk Atletikforbund í sambandi við ársaðalfundin seinast í oktober fer at kjósa ársins profilar, er Heri Ziska ein av trimum í uppskoti at gerast gerast ársins leiðari.

Her er hann komin í fínt selskap. Sjálvur DAF- formaðurin Karsten Munkvad og Michael Bruun Jepsen, sum er høvuðsmaðurin aftanfyri Copenhagen Open, verða hinir báðir í uppskoti sum ársins leiðari.

FM 2015 Heri sleggja
Heri er ikki bara venjari og leiðari. Hendan myndin er frá FM 2016, tá hann gjørdist føroyameistari í bæði klingrukasti og sleggjuvarpi

DAF lýsir Hera soleiðis: ágrýtin, eyðmjúkur og fyrikomandi við einari góðari venjingarfilosofi, tá tað snýr seg um venjing av ungdómi. “Ger tey góð, men ger tað spakuliga”. Eisini verður dentur lagdur á, at Heri eggjar føroyingum at halda á fram við frælsa ítróttinum, eftir at tey eru farin uttanlands í útbúgvingarørindum.

Í FÍF eru vit púra samd. Og vit eru sjálvandi eisini errin. Tað arbeiði, sum Heri hevur lagt í frælsa ítróttin, kann ikki virðismetast. Øll hava møguleika at fara inn á heimasíðuna hjá DAF at atkvøða. FÍF-formaðurin hevur sjálvandi longu latið sína atkvøðu til Hera, og vit í FÍF fara at heita á onnur at gera tað sama.

At vera í uppskoti til hendan heiður er longu ein stórur heiður. Vit ynskja Hera bestu eydnu. Slóð til atkvøðugreiðsluna er her

 

 

 

 

0 comment
0

Related Articles