Farna vikuskifti bleiv DM fyri ungdóm hildið í Sparbank Arena í Skive. 46 feløg og 456 íðkarar vóru við. Av teimum vóru 14 íðkarar føroyskir. Fleiri góð avrik vóru at síggja og komu tey heimaftur við fýra nýggjum innandura metum, tíggju heiðursmerkjum og fjúrtan bólkametum.
Dánjal D. Ljósheim spennir avstað í 200m og setir føroyskt met
Maria Biskopstø úr Treysti setti tvey av teimum, og átti hon bæði frammanundan. Í fjør setti hon met í 400m við 58,88 sek. og hetta betraði hon til 58,01 sek. tá hon vann silvurheiðursmerki i hesi kapping. Í 200m setti hon met í Reykjavík í januar við tíðini 27,20 sek, sum hon betraði til 26,81 sek. hesuferð.
Lydia Simonsen úr Hvirluni, setti í fjør met í Pallas Spelen í Malmø við 10,87m. Í DMU stoytti hon fyrst kúluna út 11,05m í fimtu royndini og í seinastu royndini kom hon út á 11.11m, sum nú er galdandi met.
Danjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni, setti nýtt met í 200m við 23,51 sek. og tók harvið metið, sum Rói Holgarson setti í Reykjavík í 2013 og var 23,55 sek.
Tey sum blivu meistarar vóru Maria Biskopstø í 800m, Jónas Isaksen í 800m, Julian Gregersen í 3.000m og Margit W. Frímundsdóttir í trístøkki.
Øll úrslitini frá DMU innandura 2020 eru at finna í .pdf HER
Leinkjur til myndir leygardag og sunnudag hjá Gunner Sørensen eru her: Leygardag og Sunnudag
Úrslitini hjá føroysku íðkarunum síggjast niðanfyri.
Íðkari | Felag | Bólkur | Grein | úrslit | Nr. | Bólkamet | Før.met |
Maria Biskopstø | Treysti | g18-19 | 200m | 26.51 | 5 | BM | før.met |
Maria Biskopstø | Treysti | g18-19 | 400m | 58.01 | 2 | BM | før.met |
Maria Biskopstø | Treysti | g18-19 | 800m | 2.24,34 | 1 | ||
Oddvør Josephsen | Treysti | g18-19 | 200m | 27.33 | 8 | ||
Oddvør Josephsen | Treysti | g18-19 | 400m | 62.49 | 6 | BM | |
Julian Gregersen | Treysti | d20-22 | 1.500m | 4.09,99 | 2 | BM | |
Julian Gregersen | Treysti | d20-22 | 3.000m | 9.09,18 | 1 | BM | |
Andreas B. Antoft | Bragdið | d18-19 | Longd | 6.15 | 5 | ||
Andreas B. Antoft | Bragdið | d18-19 | 60m | 7.40 | 8 | ||
Andreas B. Antoft | Bragdið | d18-19 | 60mH | 9.48 | 6 | ||
Andreas B. Antoft | Bragdið | d18-19 | 200m | 23.80 | 7 | ||
Bára J. Glerfoss | Bragdið | g16-17 | Trístøkk | 10.28 | 3 | ||
Jónas Isaksen | Bragdið | d14-15 | 200m | 24.83 | 6 | BM | |
Jónas Isaksen | Bragdið | d14-15 | 800m | 2.07,48 | 1 | ||
Margit W. Frímundsdóttir | Bragdið | g20-22 | Longd | 4.73 | 4 | BM | |
Margit W. Frímundsdóttir | Bragdið | g20-22 | Trístøkk | 10.06 | 1 | BM | |
Elisabet H. Simonsen | Bragdið | g18-19 | 60m | 8.25 | 9 | BM | |
Elisabet H. Simonsen | Bragdið | g18-19 | 200m | 27.15 | 7 | BM | |
Elisabet H. Simonsen | Bragdið | g18-19 | Longd | 4.82 | 8 | ||
Bjørg Jensen | Bragdið | g16-17 | Longd | 3.82 | 18 | ||
Bjørg Jensen | Bragdið | g16-17 | Trístøkk | 8.59 | 6 | ||
Alda S. Lamhauge | Bragdið | g20-22 | 60m | 8.35 | 9 | BM | |
Alda S. Lamhauge | Bragdið | g20-22 | 200m | 27.76 | 7 | BM | |
Dánjal D. Ljósheim | Hvirlan | d20-22 | 60m | 7.51 | 13 | ||
Dánjal D. Ljósheim | Hvirlan | d20-22 | 200m | 23.51 | 5 | BM | før.met |
Dánjal D. Ljósheim | Hvirlan | d20-22 | 400m | 53.20 | 3 | ||
Miso Buha | Hvirlan | d16-17 | 200m | 25.16 | 9 | ||
Miso Buha | Hvirlan | d16-17 | Trístøkk | 12.76 | 2 | ||
Lydia P. Simonsen | Hvirlan | g18-19 | Kúla | 11.11 | 3 | BM | før.met |
Børka B. Jørgensen | Hvirlan | g16-17 | Trístøkk | 8.92 | 5 |