Home FÍF Dómarar og hjálparfólk til FM Ung

Dómarar og hjálparfólk til FM Ung

by Hallur Holm

Leygardagin og sunnudagin verður FM fyri ung hildið á Tórsbreyt. FM Ung er størsta kapping vit hava, og krevur eisini eitt stórt dómara- og hjálparfólkalið báðar dagarnar. Einar 200 tímar av sjálvbodnum arbeiði hava vit tørv á, fyri at fáa alt at ganga sum tað skal.

Vit hava tí gjørt eina tilmelding fyri dómarar og hjálparfólk. Øll kunnu hjálpa. Foreldur, systkin, vinfólk, nevndarlimir og onnur áhugað. Øll kunnu halda eini rívu, bera kastireiðskap aftur, passa ein vindmátara o.s.fr. So vit vóna at so nógv sum gjørligt taka eina hond í við hesum. Til ber at melda til antin fýra ella tveir tímar hvønn dagin.

FM 2016 Dómarar
At døma og hjálpa við frælsum ítrótti kann eisini styrkja parforholdið, skuldi eg heilsa og siga frá hesum báðum. Harafturat sleppur man í ein appelsinlittan jakka.

Leygardagin verður kappast frá 11.00 til 15.00 og sunnudagin frá 13.00 til 17.00. Vit vænta at dómarar møta ein tíma áðrenn kappingarnar byrja, og hjálparfólkini ein hálvan tíma áðrenn.

Tilmeldingin er her 

0 comment
0

Related Articles