Home FÍF Dómarar og hjálparfólk til FM Ung

Dómarar og hjálparfólk til FM Ung

by Hallur Holm

Til tær mongu kappingarnar í FMU leygar- og sunnudagin krevjast eisini nógvir dómarar og hjálparfólk. Vit fara at gera, sum vit áður hava gjørt, nevnliga at lata ávís feløg taka sær av ávísum kappingargreinum. Soleiðis verður tað Treysti, sum kemur at døma longdarlop og bóltkast. Bragdið dømir hæddarlop og renning/spurt, meðan Hvirlan dømir í klingurkasti, spjótkasti og kúlustoyti.

Feløgini fara eisini sjálvi at finna sínar dómarar/hjálparar, og jú fleiri vit eru, lættari verður tað. Fyri Hvirluna er tað Birna, sum samskipar hetta. Hennara telduposur er birnaabrahamsen@gmail.com og tlf nr. er 230428. Dómarar/hjálparfólk hjá Bragdinum kunnu siga frá hjá Jógvani, jkg@nema.fo og tlf. nr. 794287 . Hjá Treysti kunnu tit siga frá hjá Gutta á gutti@olivant.fo og tlf. nr. 230210.Í kappingarskránni verða støðgir, so allir hjálpararnir fáa tíð at njóta ein kaffimunn og okkurt afturvið. Vónandi verða vit so fjølment, at so fá sum gjørligt nýtast at hjápa báðar dagarnar.

Meira um FMU seinni í vikuni.

 

0 comment
0

Related Articles