Home FÍF Dómaraskeið 24. og 25. mai

Dómaraskeið 24. og 25. mai

by Hallur Holm

Dómaraskeiðið hjá FÍF verður um hvítusunnuna 24. og 25. mai, báðar dagarnar frá kl. 13 til 17. FÍF hevur fingið samstarv í lag við okkara íslendsku starvsbrøður, og tað verður tekniski stjórin hjá Frjælsítróttafelag Íslands, Þhorsteinn Þhorsteinnsson, sum kemur til Føroya at leiða skeiðsdagarnar báðar.

Tað eru longu fimm ár síðani at fryntligu instruktørarnir, Preben Mangart og John Frøberg frá Dansk Atletikforbund vóru her og hildu dómaraskeið. Og tað merkir, at dómarakortini bert hava gildi til 23. mai í ár, ella neyvt sama dag, sum TF Stórkappingin (fyrr Grand Prix á breyt) byrjar.

FÍF vónar, at so nógv sum gjørligt koma við á dómaraskeiðið. Skeiðið vendir sær bæði til Leiðarar, venjarar, foreldur, systkin, eldri íðkararnar og onnur áhugað. Tað er okkara vón, at feløgini royna at fáa so nógv sum gjørligt á skeiðið. Lættari verður at fyriskipa kappingarnar í framtíðini.

Tilmeldingin liggur klár, og tað er bara at skriva seg uppá.

Sum sagt verður fyrsta umfar av TF stórkappingini 23. mai, og ætlanin er at Þhorstein Þhorsteinnsson kemur at fylgja kappingini og eygleiða dømingina.


Hesi vóru til dómaraskeiðið fyri fimm árum síðani. Flestu av hesum hava mátað fleiri kilometrar í alt síðani tá, og onkur hevur eisini skotið meira enn ein miðal sjeriffur í villasta wild west.
Afv.: Randi Kúrberg, Karin K. Petersen, Uni Højgaard, Helgi Geyti, Michael Feldballe, Guttorm Sørensen og John Frøberg
Ffv.: Jonhard Larsen, Eyðdis Andreasen, Svend Åge Seloy, Sunniva Bjarnastein, Niels Jákup Jakobsen, Hallur Holm, Heðin Johannessen, Andreas Josephsen, Heri Ziska og Preben Mangart.

 

0 comment
0

Related Articles