Home FÍF Dómaraskeið hildið um hvítusunnuna

Dómaraskeið hildið um hvítusunnuna

by Hallur Holm

23. mai varð fyrsta umfar av TF Stórkappingini hildið á Tórsbreyt. Og júst hendan dagin rann gildistíðin fyri gomlu dómarakortini út, nú tað eru fimm ár síðani at tvey umboð fyri Dansk Atletikforbund vóru her heima og hildu dómaraskeið.

FÍF fekk í fjør avtalu í lag við tekniska stjóran hjá íslendska frælsa ítróttarsambandinum, um at hann skuldi koma til Føroya nú í vár at halda dómaraskeið. Íslendingar hava í fleiri førum undirstrikað, at teir sera fegnir ynskja at samstarva við FÍF, og hetta var eitt gott høvi at staðfesta, at eisini vit eru sinnað at samstarva vestureftir.

Thorsteinn Thorsteinsson
Thorsteinn Thorsteinsson stóð fyri dómaraskeiðinum 1. og 2. hvítusunnudag. Hann er tekniskur stjóri hjá FRÍ, men leygardagin eygleiddi hann dømingina í sambandi við 1. umfar av TF Stórkappingini. (mynd: Hvirlan)

21 skeiðsluttakarar vóru møttir hesar báðar dagarnar. Fyrireikararnir fegnast almikið um góðu undirtøkuna, tí tað er væl hugsandi, at hesi góðu fólk kundu funnið uppá okkurt annað at brúkt hesar frídagarnar til, nú góðveður var serliga seinna dagin. Tað er eisini av størsta týdningi, at vit hava fólk sum skilja lógir og reglur í frælsa ítróttinum, og sum kunnu tryggja at dómarastøðið er nøktandi.

20150525_1618441
N
ýggju dómararnir: Aftast f.v.: Birgit og John Ryan, Rigmor og Tummas N. Arge, Hallur Holm, Tórur Mortensen, Regin Thomsen, Guttorm Sørensen, Søren Antoft og Gunnvá Glerfoss. F.v. Thorsteinn Thorsteinsson, Andreas Josephsen, Jan Elmar Sørensen, Heri Ziska, Steinolvur og Helgi Geyti, Rúni Jacobsen, Jógvan Glerfoss, Eyðun Jacobsen og Svend Åge Seloy.

 

 

Dómarakort
Nýggjasta stjørnuskotið í FÍF-nevndini, Regin Thomsen, er bæði effektivur og kreativur. Eitt, tvey, trý, so hevði hann evnað okkum hesi dómarakortini til – hetta er meðan tað enn lá á tekniborðinum.

 

 

 

 

0 comment
0

Related Articles