Home FÍF Dopingroyndir á Tórsbreyt

Dopingroyndir á Tórsbreyt

by Hallur Holm

Seinastu árini hevur frælsur ítróttur verið illa raktur av dopingtrupulleikanum. Ein skandala omaná aðra hevur rakt okkara stoltu ítróttargrein, sum vit eru so góð við. Fyrst var tað í Kina, at líkini bóltaðu út úr skápunum. Enn verri var í Russlandi, har ein heil skipan við russiska frælsa ítróttarsambandinum á odda, syrgdi fyri, at so gott sum hvør maður og hvør kvinna hevur verið dopað í eitt longri áramál.

Mistankin til onnur lond er eisini kempistórur. Eingin trýr longur, at ævinleikamaskinurnar, stórrennararnir úr Kenja og Etiopia, ikki hava EPO sum ein part av bæði høvuðsmáltíð og millummála.

apríl aregawi
Dopingtrupulleikin rakar eisini okkara grannalond. Svenska Aregawi, sum vit nú hava hálovað nøkur ár, er eisini tikin fyri doping.

Tí fer IAAF – altjóða frælsa ítróttarsamgongan – undir eitt ódnartak, har øll ið kappast á hægri stigi, nú skulu lata eina urinroynd, soleiðis at BARA íðkarar, sum longu HAVA prógvað seg ósek, sleppa at kappast.

Fyri okkum í Føroyum merkir hetta, at allir íðkarar, sum gera sær vónir um at kappast á oyggjaleikum, VU-spelen, DM, Tårnby Games o.s.fr. nú skulu taka eina dopingroynd.

Dansk Atletikforbund og FÍF hava tí gjørt eina avtalu um, at FÍF tekur sær av øllum teimum føroysku íðkarunum. Vit í FÍF fara tí at heita á allar íðkarar í talentbólkinum og á oyggjaleikalandsliðnum um at møta upp í teknikkrúminum á Tórsbreyt seinnapartin í dag fríggjadag.

Tit skulu sjálvi hava ílat við. Eitt gott hugskot til ílat er eitt tómt vælvaskað reyðrótaglas. (sí mynd) Glasið hevur ein góðan radius og hevur eisini eitt gott skrúvulok.

apríl glas
Fyri at vísa støddina á reyðrótaglasinum, hava vit lagt ein toyklemmu hjá. Onnur líknandi gløs kunnu eisini brúkast

Skipað verður soleiðis fyri, at øll møta í teknikkrúminum. Síðan fer ein og ein saman við Sofusi Johannesen frá Antidoping Føroyar, niður undir á wc at fylla í glasið. Trine Skov Møgelvang frá Antidoping Danmark samskipar tiltakið, og verður eisini til staðar á gentu-wc’num.

Tað er tí alneyðugt, at tit møta upp at taka hesa royndina í dag 1. apríl kl. 16.00 á Tórsbreyt.

apríl sofus
Sofus Johannesen hevur tikið dopingroyndir í Føroyum, síðani vit byrjaðu at taka royndir í Føroyum

0 comment
0

Related Articles