Tórshavn Marathon er ikki bara Tórshavn Marathon. Hetta er eisini dagurin, tá føroyameistararnir í maratonrenning skulu finnast. Hóast talan so dyggiliga er um metluttøku til Tórshavn Marathon í ár, so sæst hetta ikki aftur í talinum á føroyingum, sum renna fult maraton og harvið eru við í kappingini um føroyameistaraheitið. Føroyingar renna sera nógv maraton uttanlands, og er tað ein stórur partur av orsøkini til, at so fáir eru við í FM.
Upp móti 600 verða við til maraton, ½ maraton og ½ gongumaraton. Men av øllum hesum stóra skara eru bert seks kvinnur og 19 menn, sum kappast um føroyameistaraheitið í maraton. Bert limir í føroysku feløgunum kunnu kappast um FM heitið.
Hjá kvinnunum verður dramatikkur fyri allar pengarnar. Tær báðar Ann Thomsen og Krista Nielsen úr Bragdinum, sum júst hava runnið Hamborg Marathon, eru favorittar, meðan Astrid Joensen eisini verður spádd eitt pláss á pallinum. Ann og Krista runnu báðar upp til sítt allarbesta í Hamborg, har bert tveir minuttir vóru millum teirra – Krista hin fremra. So tær báðar verða drottningarnar í hesum maratonfeltinum. Spennandi um onkrar av teimum útlendsku eisini blanda seg í kappingina. Tað kann væl hugsast. Rigmor N. Arge, sum hevur vunnið Tórshavn Marathon fleiri ferðir og eisini er verandi føroyameistari, er nú í Svøríki, har hon sunnudagin skal renna Stockholm Marathon.
Hesar fýra rennivinkurnar eru mangan brattan farnar. Ann Thomsen og Krista Nielsen, longst til vinstru, eru nú størstu FM favorittarnir í maraton.
Hjá monnunum er Eirikur Hansen favorittur. Hetta hóast Martin Gravesen er við, og eisini hevur víst góðan form í seinastuni. Men tað sum Eirikur vísti til FM í ½ maraton í Klaksvík herfyri, ger hann til greiðan favoritt. Og ikki bara tað. Rutumetið hjá Cecil Weihe stendur fyri skotum, og hongur í einum klønum tráði. Rakar Eirikur veruliga dagin, kann hugsast at hann rennur undir 2.45 tímar, sum er fýra minuttir undir galdandi rutumeti.
1.15.11 til FM ½ maraton í Klaksví herfyri ger Eirik Hansen til FM-favorit. Kann hann taka bæði FM-heiti og rutumet?
Cecil Weihe er eisini við. og meðan Martin Gravesen nokk verður tann, sum fer at trýsta Eirik harðast, so verður tað nokk Cecil, sum fer at trýsta Martin harðast. Men í hølunum á teimum koma sterku rennararnir Niels Poulsen, Lau Jensen og eisini Pauli Johannesen og Uni Svabo Joensen. 42 kilometrar er langur teinur, og við nógvu brekkunum, kann alt henda. Nú bíða vit bara teir seinastu tímarnar, til nýggju føroyameistararnir verða funnir.
Startlistarnir síggja soleiðis út. Manglar onkur á listanum, verða tey biðin um at siga fyrireikarunum áðrenn kappingin byrjar. Hetta kann m.a. gerast við at ringja til Hall Holm (undirritaða) á tlf. 228 338
Startnr. | Navn | Felag | Føðiár |
7116 | Asta Hubeck-Graudal | Bragdið | |
7111 | Anja Perdomo | Bragdið | 1970 |
7098 | Astrid Joensen | Roysnið | 1967 |
7150 | Ann Thomsen | Bragdið | 1966 |
7113 | Elisa Nielsen | Bragdið | 1965 |
7018 | Krista Nielsen | Bragdið | 1965 |
Startnr. | Navn | Felag | Føðiár |
7014 | Bogi H. Højgaard | Bragdið | |
7109 | Eirikur Hansen | Bragdið | 1980 |
7135 | Anton Højgaard | Roysnið | 1977 |
7102 | Jóhan Heiðrikur Mouritsen | Roysnið | 1974 |
7129 | Pauli Johannesen | Bragdið | 1974 |
7107 | Herluf Hansen | Bragdið | 1973 |
7104 | Rúni Simonsen | Bragdið | 1973 |
7118 | Lau Jensen | Roysnið | 1972 |
7108 | Niels Poulsen | Bragdið | 1972 |
7016 | Dan Kruse Thomsen | Bragdið | 1970 |
7117 | Uni Svabo Joensen | Frælsi | 1969 |
7128 | Martin Gravesen | Bragdið | 1967 |
7091 | Helgi Johannessen | Roysnið | 1967 |
7132 | Sofus Poulsen | Frælsi | 1965 |
7090 | Cecil Weihe | Bragdið | 1965 |
7112 | Paul Kragesteen | Bragdið | 1964 |
7122 | Christian Olsen | Bragdið | 1962 |
7125 | Páll Højgaard Vesturbú | Hvirlan | 1961 |
7015 | Hans Birgir Hansen | Bragdið | 1949 |