Home FÍF Eik hálvmaraton Klaksvík 2014 verður 10. mai

Eik hálvmaraton Klaksvík 2014 verður 10. mai

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 10. mai kl. 14.00 skipar Treysti fyri Eik hálvmaraton Klaksvík 2014. Samstundis sum hetta er kapping har øll kunnu luttaka, so verður eisini talan um FM í hálvmaraton. Umframt hálvmaraton verður eisini skipað fyri 7 km motiónsrenning og barnarenningum.

EYJ_6854

FM HÁLVMARATON, EIK HÁLVMARATON, MOTIÓNSRENNING OG BARNARENNING VERÐUR LEYGARDAGIN 10. MAI 2014 Í GØTUNUM Í KLAKSVÍK. STARTUR OG MÁL UTTANFYRI EIK OG ØLL VÆLKOMIN AT RENNA VIÐ.

Treysti skipar aftur í ár fyri Eik hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar ½-maraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 7 km.

Startur og mál verða uttanfyri Eik. Hálvmaraton verður runnið tríggjar ferðir út á Bumshamar og norður á Kósini at venda.

Sí Youtube-film av rutuni niðast í hesi greinini !

Motiónsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin er eitt umfar runt “Lítla Eið”, sum er knappar 700m.

Talan verður um DAF-góðkendan ½-maraton tein.

Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 1997 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.

Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Tíð og stað
Startur uttanfyri Eik kl. 14.00. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.

Bólkar:
Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -1997)
– Menn veteranar (f. 1959-1968)
– Kvinnur veteranar (f. -1968)
– Menn superveteranar (f.-1958)

Í Eik hálvmaraton Klaksvík 2014 verður kappast í hesum bólkum:
– Menn & Kvinnur (1985 og yngri)
– Menn & kvinnur B30-34 (1980-1984)
– Menn & kvinnur B35-39 (1975-1979)
– Menn & kvinnur B40-44 (1970-1974)
– Menn & kvinnur B45-49 (1965-1969)
– Menn & kvinnur B50-54 (1960-1964)
– Menn & kvinnur B55-59 (1955-1959)
– Menn & kvinnur B60-64 (1950-1954)
– Menn & kvinnur B65-69 (1945-1949)

Í 7 km Motiónsrenning verður kappast í hesum bólkum:
– Menn/kvinnur (f. 1969-1997)
– Menn/kvinnur veteranar (f. 1959-1968)
– Menn/kvinnur superveteranar (f.-1958)

Í Barnarenningini verður kappast í hesum bólkum:
– Gentur/Dreingir -7 (f.2007 ella seinni)
– Gentur/Dreingir -10 (f.2004-2006)
– Gentur/Dreingir -13 (f.2001-2003)
– Gentur/Dreingir -17 (f.1997-2000)

Kostnaðurin fyri at luttaka:
Eik ½-maraton Klaksvík 2014 er kr. 275,-
7 km Motiónsrenning er kr. 100,-
Barnarenning er kr. 50,-

Renniblusa (hálvmaraton)
Tey sum melda til og hava goldið innan á miðnátt 21. apríl (2. Páskadag) fáa eina renniblusu og 20% avsláttur uppá renniútgerð frá Intersport í Klaksvík í tíðarskeiðnum frá 20. apríl til og við 10. mai 2014.

Gevið gætur: hetta er bert galdandi fyri Eik hálvmaraton

Heiðursmerkir og handan
Øll sum gjøgnumføra Eik hálvmaraton Klaksvík 2014 fáa heiðursmerki.
Nummar 1, 2 og 3 í øllum hinum kappingunum og bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum blíva handaði í Badmintonhøllini kl. 17.30.

Tilmelding
Melda til á www.fif.fo (síðsta freist er mikudagin 7. mai 2014). Leinkja til tilmelding til Eik hálvmarathon er HER og leinkja til tilmelding til Motiónsrenning og Barnarenning er HERGjaldast kann við DANKORTI.

Gevið gætur: Ongin tilmelding til hálvmaraton á staðnum.
Til 7 km motiónsrenning og barnarenning kann meldast í Intersport til í seinasta lagi kl. 13.00.

Startnummar
Avheintað startnummar í Intersport í Klaksvík 10. mai áðrenn kl. 13.30. Barnarenningin áðrenn kl. 13.00.

Umklæðing
Umklæðing í Badmintonhøllini (300m frá startinum)

Rutan:

 

 

 

0 comment
0

Related Articles