Home FÍF Ein dómara/startdómara í búkinum?

Ein dómara/startdómara í búkinum?

by Hallur Holm

FÍF hevur fingið tvey pláss á startdómaraskeiði í Århus leygardagin 3. desember. Okkara startdómari nummar eitt, sum eisini er tann, sum hevur brent so nógv tað mesta krútið av á Tórsbreyt, Niels Jákup Jakobsen, hevur fingið annað plássið.

Vit í FÍF vóna, at onkur bjóðar seg fram at taka seinna plássið. Tann onkur kann væl vera ein, sum hevur hug at mennast sum dómari og lógarkønur.

Niels Jákup Gotland
Da farfar var ung. Niels Jákup Jakobsen verður annar føroyski luttakarin á startdómaraskeiðinum í Århus.

Men tað kann sjálvandi eisini vera onkur, sum bara hevur hug at hjálpa til onkrar einstakar kappingar.

Skeiðið verður sum nevnt í Århus leygardagin 3/12. Tað varar stórt sæð allan dagin – frá kl. 09.00 til 16.00. Ferðast verður tí til Keypmannahavnar fríggjadag og heim aftur til Føroya sunnudag. FÍF rindar fyri ferðing og uppihald.

Hevur tú hug at royna hetta skeiðið, ert tú vælkomin at ringja til Niels Jákup Jakobsen á telefon 295194 ella til Hall Holm á 228338. Til ber eisini at senda ein mail til athletics@athletics.fo

Er ein lítil dómari í tær, er nú ikki at halda seg aftur, men at bjóða seg fram!

0 comment
0

Related Articles