Home FÍF Ein undangongumaður farin

Ein undangongumaður farin

by Sølvi Reinert Hansen

Harry í hugnaligum rennipráti á Eystanstevnu

Frælsur ítróttur í Føroyum hevur í dag mist ein av hægst virdu og mest elskaðu rennarum sínum, Harry Hansen av Toftum.

Møtti Harry á gøtuni um Toftavatn nú ein dagin. Vit runnu hvør sín veg, men steðgaðu eina løtu og prátaðu stutt, meðan báðir trippaðu eftir at renna víðari – klokkurnar taldu jú. Honum dámdi væl á gøtuni og í haganum. Hann rann onkrar túrar, segði hann, men tímdi ikki so væl at kappast meiri. Hann var altíð nógv elst, segði hann við einum skálkabrosi.

Fyri knøppum tveimum vikum síðani var heilsurenning hósdagin á Eystanstevnu. Harry kom sum vant og fekk sær eitt prát og rann síðani runt saman við hinum. Lagið var gott, sum altíð.

Hetta var Harry – altíð blíður og góðsligur. Elskaði at tosa um renning – um løturnar í náttúruni og hugnaligu løturnar til kappingar og tiltøk, tá rennarar hittast og práta.

Harry var raskur ítróttarmaður sum yngri og byrjaði at renna um 50-ára aldur seinast í 1980-unum í samband við, at sonurin, Absalon, var farin at renna. Absalon var tá at rokna sum eliturennari í Føroyum – eg minnist mongu renniskógvarnar, sum Harry errin vísti mær, sum hann hevði arvað frá Absalon. Í hugnaliga køkinum hjá Emmu og Harry kundi man altíð prátað um renning – eisini áðrenn renningin var blivin modernað – í tí tíðini, tá tey, ið runnu, vóru hildin at vera eitt sindur egin.

Nú tað stundar til Oyggjaleikir á Bermuda, er vert at minnast, at tað bert ta einu ferðina er runnið fult maraton á Oyggjaleikunum, og var hetta í Føroyum í 1989. Faðir og sonur, Harry og Absalon, vóru við í hesi kappingini – Harry sum gestarennari, og Absalon sum gullvinnari.

Árini eftir oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989 var Harry eitt av álitunum, tá vit skipaðu fyri kappingum í frælsum ítrótti á Svangaskarði. Hann luttók eisini í kappingunum, sum vóru á vegnum.

Tá renningin á vegnum rættiliga fór at blóma seinast í nítiárunum var Harry fastur fúsur. Minnist fleiri ferðir, tá raskir ungir menn møttu við startin av hálvmaraton kappingini í Eysturoy og ikki rættiliga vistu, hvussu teir skuldu bera seg at við at renna langa teinin út á Toftir, at vit bóðu teir halda seg til Harry, so komu teir nokk trygt út á Toftir. Meiri enn tað einu ferðina valdu teir heldur at leggja hart út – sum ungir og raskir menn – men tá ein løta var farin, royndu teir fyri alt í verðini at hanga í Harry.

Harry var sera blídligur við okkum rennarar – ung sum eldri. Sjálvt um vit venja og kappast móti hvørjum øðrum, hevur kappingin, sum skilir okkum, nógv minni at siga enn tað, sum bindir okkum saman – kærleikin til renningina. Og hesin kærleikin til renningina og náttúruna lýsti av Harry.

Fyri okkum rennarar var Harry ein fyrimynd – hann var tann fyrsti veteranurin og síðani superveteranurin. Fleiri ferðir er tað havt á orði millum rennarar, at vit við árunum ynskja at vera sum Harry – at renna lætt og við einum smíli, eisini tá aldurin økist.

Vit høvdu so inniliga ynskt at fingið fleiri góð ár aftrat saman við Harry. Samkenslan er so sera stór við tykkum, ið brádliga hava mist mann, pápa, svigarpápa og abba. Harrin styrki tykkum.

Føroysk renning hevur við Harry mist ein undangongumann, sum er vovin inn í søguna hjá føroyskari renning, tá hon einaferð verður skrivað. Samstundis eru vit takksom fyri alt tað, vit fingu – hvørja hugnaliga løtu og hvørt blídligt orð. Hvíl í friði, Harry.

Sølvi

0 comment
0

Related Articles