Home FÍF Eirikur Hansen føroyameistari í maraton!!

Eirikur Hansen føroyameistari í maraton!!

by Hallur Holm

Tað var spenningur í luftini um hvør fór at gerast føroyameistari í maraton hjá monnunum. Vinnarin í fjør, Andrias Hansen, hevur ikki runnið seinastu tíðina, og tí skuldi nýggjur meistari finnast. Tveir mans høvdu favorit-leiklutin: Gudmundur Joensen og Eirikur Hansen. Eirikur er bróður Andrias, og gjørdist nr. 2 seinasta ár. Gudmundur er triatletur, men hevur eisini havt góð úrslit bæði í renni- og súkklikappingum. T.d. vann hann ein tryggan sigur í vetrarkappingini í Streymnesi og eisini vann hann eitt samlað triðjapláss í Statoil kring Føroyar. Men Borgar Biskopstø hevur eisini runnið væl í summar, og hann kennir eisini hendan teinin sera væl. Hann var eisini maratonføroyameistari fyri trimum árum síðani, so hann mátti metast at vera ein outsidari saman við Johan Havn.

Eirikur fyrstu í mál Tórshavn Marathon 2010

Bragdið hevði saman við Tórshavnar Kommunu sett eitt stórt og flott tiltak á skinnararnar. Saman við teimum 50 maratonrennarunum og 130 ½-maratonrennarunum byrjaði eisini ein ørgrynna av heilsurennarum, sum skuldu út á 2,2 km ella 5,5 km. So tað var eitt ótal av rennarum, sum fóru stunandi av Trapputrøðni, oman gjøgnum miðbýin og víðari út eftir Havnargøtu. Og tað var beinanvegin, at Gudmundur og Eirikur løgdu seg á odda av maratonrennarunum, við Borgari eitt sindur aftanfyri. Og teir fylgdust heilt til umleið 36 km, tá Gudmundur mátti sleppa. Hóast Eirikur eisini var troyttur, ernaðist hann nakað, eftir at hava tikið leiðsluna einsamallur, og hann helt eisini leiðsluna heilt á mál og gjørdist nýggjur føroyameistari við tíðini 2.51.12.

Eftir at hava sæð tapið í eyguni hevur Gudmundur tikið nógv av ferðini, tí seinastu kilometrarnar misti hann hálvan sjeynda minutt í mun til Eirik. Men eitt flott silvurmerki bleiv tað so til og tíðin gjørdist 2.57.41. Borgar, sum móti endanum byrjaði at nærkast Gudmundi, gjørdist bronsuvinnari við tíðini 2.59.08.

Borgar gjørdist eisini føroyameistari í veteranbólkinum, sum hann vann greitt frammanfyri Absalon Hansen (3.16.30) og Pól Sundskarð (3.28.39) Føroyameistari hjá superveteranunum gjørdist Óli Olsen, sum hóast hann eftir hondini er blivin 61 ár, bert lat 6 mans sleppa fram um seg. Tíðin hjá Óla gjørdist  3.28.30. Silvurvinnari gjørdist Robert Vilhelmsen (4.23.37) og bronsumerkið vann Hans Birgir Hansen (4.57.09)

Hjá kvinnunum var Rigmor N. Arge úr Hvirluni greiður favorittur, og hon skuffaði heldur ikki. Hon lá trygt á odda allan vegin og gjørdist føroyameistari við tíðini 3.25.27. Bert 18 ára gamla Rannvá Djurholm úr Bragdinum rann í gjár sítt næsta maraton.  Aftur í ár eydnaðist tað henni at vinna silvurmerkið, samstundis sum hon betraði sína tíð við 4 minuttum. Hesuferð rann hon uppá 3.41.05. Triðja kvinnan á mál gjørdist Sondy Johansen úr Treysti, sum fekk tíðina 3.56,24. Hon var eisini einasta  kvinna í veteranbólkinum, so samstundis gjørdist hon eisini føroyameistari fyri veteranar.

Mint verður á, at Tórshavn Maraton hevur aðrar aldursflokkingar enn FÍF.

Nakrir hetlendingar vóru í Føroyum og kappaðust. Ein teirra var Carl Simpson, sum vit kenna væl í oyggjleikahøpi. Hann vísti, at enn er dugur í honum, tí hann vann nevnliga kappingina í ½ maraton. Nr. 2 gjørdist Henry Olsen úr Bragdinum og nr. 3 gjørdist Regin Zachariassen, somuleiðis úr Bragdinum.

Hjá kvinnunum var tað Valborg Heinesen, sum vann, meðan Beinta Hoydal Joensen, Bragdið, bleiv nr. 2 og Helga Súsanna Johansen, Treysti, bleiv nr. 3.

Øll úrslitini eru at finna á www.bragdid.fo

Her finnur tú eisini úrslitini fyri Tórshavn Marathon og Tórshavn ½ marathon

0 comment
0

Related Articles