Eirikur Hansen tók alt

Skrivað hevur

Í dag var FM-heitið í landavegsrenning avgjørt í Runavík. Tað var kalt og nógvur vindur inn eftir fjørðinum, og rennararnir fingu tí mótvind tær 10 ferðirnar rennast skuldi út eftir Heiðavegnum.

Eirikur Hansen úr Bragdinum gjørdi sum hann hevur gjørt tær seinastu kappingarnar. Rann undan øllum beinanvegin. Hann rann einsamallur á odda umfar fyri umfar allan vegin á mál og vann sítt fyrsta FM-heiti á 10 km. Hetta var hansara fimti sigur í Betri Vetrarkappingini hendan veturin, og hóast venjingarstøðan ikki hevur verið tann allarbesta, gjørdist tað eisini til tryggan sigur í samlaðu Vetrarkappingini.

FM 10 km 2018 menn
F.v.: Peter Jensen, Bragdið (nr. 2) Eirikur Hansen, Bragdið (FM-vinnari) og Danial Viðoy, Treysti (nr. 3)

Dagsins kapping um næstu plássini bleiv nógv meira spennandi, enn roknast kundi við. Danin Peter Jensen, sum vit sóu í Hoydølum til FM í lendisrenning og Viðareiðismaðurin Dánjal Viðoy, sum býr í Danmark, vóru við til dagsins kapping og myndaðu førarafeltið saman við Regini Thomsen og Dánjali Dahl Ljósheim.

Hesir fýra fingu eina ómetaliga javna og spennandi kapping, sum ikki bleiv avgjørd fyrr enn á seinastu 10 metrunum. Nakrar 100 metrar áðrenn málið fall Dánjal Dahl Ljósheim frá, men hinir tríggir vóru púra javnir heilt fram til spurtin inn móti málinum. Her vísti danin Peter Jensen størstu styrkina og fór avstað við FM-silvurinum, meðan Dánjal Viðoy, sum annars tók tey harðastu tøkini í bólkinum, vann bronsuna. Regin Thomsen úr Roysninum var bert eitt sekund frá bronsuni.

Sum nevnt var tað Eirikur Hansen, sum trygt vann samlaðu Vetrarkappingina í opna bólkinum hjá monnum. Hann vann fimm av teimum seks kappingunum, sum hann luttók í. Og so vóru tað Dánjal Dahl Ljósheim og Regin Thomsen, sum skuldu berjast um annað- og triðjaplássið. Undan kappingini hevði Dánjal munin, og kravið til Regin var at vinna á Dánjali og samstundis hava onkran rennara ímillum, tí fýra stig skuldu heintast. Við Regin nummar fýra og Dánjal nummar fimm, eydnaðist seinna nevnda at varðveita sítt samlaða annaðpláss, meðan Regin mátti taka til takkar við triðjapláss.

Betri 2018 Menn
Bestu vetrarrennararnir hjá monnum hendan veturin: F.v.: Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan (nr. 2) Eirikur Hansen, Bragdið (vinnari) og Regin Thomsen, Roysnið (nr. 3)

FM 10 KM opin bólkur menn
1. Eirikur Hansen, Bragdið 36.50 min
2. Peter Jensen, Bragdið 37.33 min
3. Dánjal Viðoy, Treysti 37.35 min
4. Regin Thomsen, Roysnið 37.36 min
5. Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan 37.52 min

Betri Vetrarkappingini – endaliga støðan, Menn – opin bólkur topp 5
1. Eirikur Hansen, Bragdið 253 stig
2. Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan 229 stig
3. Regin Thomsen, Roysnið 227 stig
4. Hjalmar Sjóvará, Bragdið 219 stig
5. Hallur Holm, Bragdið 212 stig

Øll úrslit

Myndir

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>