Home FÍF Eirikur vann Nýggjárshálvmarathon

Eirikur vann Nýggjárshálvmarathon

by Guttorm Sørensen

Í morgun varð árliga Nýggjárshálvmarathon avgreitt, eftir at tað hevur verið útsett í 2 vikur vegna kava og hálku. Lat tað verða sag beinanvegin, at fyri teir rennarar sum møttu til start í dag, stóð ein strævin 21.1 km teinur fyri framman. Talan var um rættiliga nógvan mótvind og mestsum onki avfall.


Eirikur, Andrass og Jonhard ávegis móti Skálabotni

24 menn og 1 kvinna vóru møtt til startin umleið 500 metrar inni á Funningsfjarðarvegnum og øll komu á mál á Toftakei !

Ongin av teimum 9 fremstu frá Nýggjárshálvmarathon 2009 og vóru við hesaferð, og tí skuldu aðrir kappast um heiðursmerkini.

Eirikur Hansen og Andrass Joensen úr Bragdið og Jonhard Larsen úr Treysti løgdu seg á odda beinanvegin, og øktu skjótt munin aftur til eitt stórt felt við Trygva Hansen, Dan Knudsen, Gunnar Dahl-Olsen, Jóhan M. Jacobsen o.ø. og eisini einasta kvinnan í dag, Helga Súsanna Johansen úr Treysti, lá í hesum feltinum.

Tað sást beinanvegin at tað ikki fór at blíva talan um persónlig met í dag. Eirikur og Andrass, sum høvdu fingið hol aftur til Jonhard, fóru framvið 5 km eftir góðar 21 min. Stóra feltið var dragnað enn meira, men framvegis samlað. Tá teir komu framvið 10 km skeltinum á Skipanesi, hevði Eirikur brúkt góðar 44. min. meðan Andrass á øðrumplássið hevði brúkt góðar 45 min. Jonhard lá framvegis nummar trý á Skipanesi einar 3 min. aftanfyri Andrass. Í undanbrekkuni oman móti Skipanesi setti stóra feltið ferðina upp, og Trygvi, sum nú var fremstur av teimum, var bert eini 10 sekund aftanfyri Jonhard, og hinir vóru tætt í hølunum eisini. Helga Súsanna hevði nakað undir 50 min. á 10 km.  

Á 15 km hevði Eirikur økt munin aftur til Andrass enn meira. Eirikur hevði 1.08 á 15 km, meðan Andrass hevði 1.10. Stutt eftir Skipanes og áðrenn teir komu til Søldarfjørð, var Trygvi komin heilt ájavnt við Jonhard á triðjaplássi. Teir fylgdust eina løtu, men ávegis niðan Byrgisbrekkuna til Lambareiði, mátti Trygvi sleppa Jonhardi aftur. Jonhard kom framvið 15 km eftir 1.14 og Trygvi var umleið hálvan minutt aftanfyri, meðan Eli, Dan og Gunnar eisini vóru góðan hálvan minutt aftanfyri Trygva. Helga Súsanna kom framvið 15 km eftir 1 tíma og 17 minuttir. Hetta sá út til at blíva raðfylgjan hjá teimum fremstu á mál.

Eirikur helt fram við at økja munin aftur til Andrass, og gjørdist tryggur vinnari av Nýggjárshálvmarathon 2010 við tíðini 1.34,40 tímar, frammanfyri Andrass við 1.38,47 tímar. Jonhard á triðjaplássi kom á mál í tíðini 1.44,24 tímar næstan 2 minuttir frammanfyri Trygva.

Helga Súsanna kom á mál, eftir veðurumstøðunum, við góðu tíðini 1.49,24 tímar.

Hjá veteranunum var tað Andrass Joensen, sum vann frammanfyri Dan Knudsen og Óla Jákup Kristoffersen og hjá superveteranunum varð tað Ólavur Herup Olsen, sum vann frammanfyri Regin Jóanesarson.

Eftir at øll vóru komin á mál vóru tað heitar vaflir og kaffi/te at fáa í Sjókafé’ini har heiðursmerkini eisini blivu handaði.

Øll úrslitini eru at finna í .pdf  HER.

Næsta rennikapping verður leygardagin 30. januar í Streymnesi, tá 3 umfar í Vetrarkappingini skal avgreiðast.

0 comment
0

Related Articles