Home FÍF Elitubólkur fyri ung á venjingarlegu í Klaksvík

Elitubólkur fyri ung á venjingarlegu í Klaksvík

by Hallur Holm

 oll renna
Um vikuskifti skipaði FÍF fyri venjingarlegu fyri ung í Klaksvík. Tað vóru 6 seks ungfólk við á hesi fyrstu venjingarleguni. Tey ungu vóru Jóan Karl Joensen, Bjørk Herup Olsen, Rannvá Djurholm og Rúni Seloy úr Bragdinum, Jan Elmar Sørensen og Rebekka Fuglø úr Treystinum. Fyriskiparar vóru Hallur Holm og Guttorm Sørensen.

oll renna
Upphiting til 5×400 í dýrdarveðri um sólseturstíð. F.v. Jóan Karl, Bjørk, Rúni, Hallur, Rannvá, Frunturin á Gutta, Rebekka og Jan Elmar. 

Fríggjadagur
Luttakararnir møttu í Badmintonhøllinini kl. 18.30 fríggjakvøldið. Fyrsta venjing var á skránni longu kl. 19.00. Byrjað bleiv við 3 km upphiting frá Badmintonhøllini og út í Grøv og so til Vágsheygagøtu har “fartleg” byrjaði. Runnið bleiv frá Brandstøðini og niðan eftir Vágsheygagøtu, einar 310-315 metrar, við høgari ferð og so bleiv joggað oman eftir Uppsalagøtu og aftur til Brandstøðina, sum var einar 480 metrar. Fýra umfør blivu runnin ella tilsamans 3,15 km. Avjoggaðir blivu 2 kilometrar. Veðrið undir venjingini var av tí allabesta í hugsast kann hesa ársins tíð.lidid
“Á trappuni hjá Ingun” Aftast f.v. Gutti, Jan Elmar, Rúni, Jóan Karl og Hallur. Fremst f.v. Rebekka, Bjørk og Rannvá. oll eta morgunmat
Goymslurnar verða fyltar við morgunmatarborðið 

Leygardagur
Dagurin byrjaði við morgumati kl. 8.00 og so hvíld áðrenn kl. 10.00, tá ein róligur túrur uppá 7 kilometrar var á skránni. Runnið bleiv eitt sonevnt “8-tal”, sum er er ein ruta runt í býnum. Hesin rennitúrur bleiv avgreiddur í øllum góðum hóast tað fór at regna. Seinnaparturin gekk út uppá at fáa hvíld áðrenn næstu hørðu venjing.

Seinnapartin kl. 17.30 var so aftur venjing. Hesaferð var upphiting frá Kjalarvegnum og út í Grøv, har trý stutt “stigningsløb” vóru runnin framvið Kirkjugarðinum, áðrenn øll endaðu á gøtuni niðri í Grøv. Upphitingin var umleið 2,5 km long. Síðani var tað 5 x 400m intervallir á gøtuni frá Grøv og til tunnilsvegin. Pausan var at jogga aftur og so steðga eini 10-20 sekund áðrenn næsta interval. Avjogg hesaferð var 1,2 km beint heim. Aftur hesaferð bleiv venjingin avgreidd í allarfagrasta veðri.

Eftir at øll høvdu brúsa sær og etið ein góðan døgverða frá Ingun, so hevði Hallur eitt prát við hvønn einstakan luttakara um ymiskt og framtíðarætlanir fyri hvønn einstakan.

oll renna 1
Ein óvanlig sjón í Klaksvík. 8 stylaðir rennarar.

dreingir eta morgunmat
Jóan Karl, Jan Elmar og Rúni sita so hugagóðir og fáa sær við morgunmatarborðið í kjallaraíbúðini hjá verforeldrum Gutta.

Sunnudagur
Sunnumorgunin kl. 7.30 var morgunmatur og so løtt venjing kl. 9.00. Runnið varð frá Kjalarvegnum og norður í Ánir har ein stutt strekkipausa varð, áðrenn runnið bleiv heimaftur. Ein rennitúrur uppá góðar 6 kilometrar. Síðani var farið í Svimjihøllina at svimja og skifta. Kl. 12.30 fingu øll ein góðan sunnudagsdøgverða og kl. 15.00 fóru øll heimaftur.

oll eta morgunmat
Rannvá og Rebekka vita hvør rætta føðin er.  

Øll vóru samd um, at eitt gott vikuskiftið í Klaksvík var at enda komið, og vónaðu at ein tílik venjingarlega fór at verða aftur skjótt.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Jan Elmar 11.03.08 - 22:36

Deijlig venjingarlega :0)

Comments are closed.