Mánadagin vórðu oyggjaleikakrøvini til komandi oyggjaleikir á Jersey 2015 kunngjørd her á síðuni. Men landslið okkara ferðast ikki bara til oyggjaleikir. Í ár er ætlanin at bæði Elitu-landsliðið og Talentliðið eins og í fjør fara til VU-Spelen í Gøtuborg. Krøvini til til Elituliðið í mun til Oyl-liðið eru í flestum førum nakað linari, tó í nøkrum førum tey somu.
Enn mangla vit at kunngera nýggju talentkrøvini, men tey eru ikki bara á trappuni…… tey eru á gáttuni. Niðanfyri eru krøvini til oyggjaleikir og til elitubólk prenta í somu tabel.
Menn | Kvinnur | |||
FÍF-Oyl | Elita | Grein | FÍF-Oyl | Elita |
11.40 | 11.60 | 100m | 13.50 | 13.90 |
23.30 | 23.70 | 200m | 27.30 | 28.00 |
52.00 | 53.20 | 400m | 61.00 | 63.50 |
2.00 | 2.02 | 800m | 2.20 | 2.25 |
4.08 | 4.13 | 1500m | 4.55 | 5.05,00 |
10.10 | 10.17 | 3000 m. Forðar. | 12.30 | 13.00 |
16.00 | 16.00 | 5000m | 18.45 | 19.15 |
33.20 | 33.20 | 10000m | 39.00 | 40.00 |
1.15.00 | 1.15.00 | Hálvt maraton | 1.27.00 | 1.30.00 |
16.50 | 17.00 | 110/100 m. Rimarenning | 17.50 | 17.50 |
60.00 | 60.00 | 400 m rimarenning | 70.00 | 72.00 |
6.30 | 6.00 | Longdarlop | 4.80 | 4.65 |
13.30 | 12.80 | Trístøkk | 10.00 | 10.00 |
1.85 | 1.80 | Hæddarlop | 1.55 | 1.50 |
4.00 | 4.00 | Stangarlop | 3.00 | 3.00 |
13.00 | 12.90 | Kúluvarp | 10.50 | 10.50 |
55.00 | 52.50 | Spjótkast | 35.00 | 35.00 |
42.00 | 40.50 | Klingrukast | 35.00 | 35.00 |
45.00 | 45.00 | Sleggjukast | 39.00 | 39.00 |
2.39.00 | Maraton | 3.19.00 |
Umframt at lúka hesi krøv um úrslit, koma eisini onnur krøv at gera seg galdandi. Hetta kemur at standa undir bjálkanum “krøv” á forsíðuni í næstum.
Elituliðið saman við Talentliðinum, venjarum og leiðarum í Gøtuborg 2013