Endabresturin í TF Vetrarkappingini og FM í 10km verður leygardagin

Skrivað hevur
IMG_6896
Frá startinum í seinastu Várkapping
Í sambandi við árligu Várkappingina skipa Roysnið og FÍF tann 25. marts kl. 15.00 fyri FM í 10 km renning í Runavík. Hetta verður samstundis  eisini 8. og seinasta umfar av TF Vetrarkappingini 2016/2017.
Sjálvt um talan er um FM í 10 km, so er hetta er eisini opin kapping har øll kunnu luttaka. Fyri at luttaka á 10 km skal ein tó vera fødd/føddur í 2000 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.
Samstundis sum tey vaksnu renna 10 km, so renna gentir og dreingir 5 km (f. 2001-2005). Unglingar (f. 1996-2000), sum eisini luttaka í opna bólkinum, renna sjálvandi eisini 10 km.
Rennast skal – sum undanfarin ár, góð 9 umfør eftir teini runt í Runavík: út eftir høvuðsvegnum, oman á kei’ina stutt áðrenn rundkoyringinia, inn eftir niðara vegi, og niðan aftur á høvuðsvegin beint uttanfyri Magn-støðina har tað so verður vent úteftur aftur.
Startur verður sum vanligt uttanfyri Kiosk Vár, og málið er við Sjómansheimið, nakað áðrenn har omansneiðingin er.
Børnini byrja á niðara vegi, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu. Tey renna knappar 5 rundir.
Talan er í báðum førum um DAF-góðkendar teinar.
Bólkar:
Í FM 10 km verður kappast í hesum bólkum:
- Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2000)
- Menn og kvinnur veteranar (f. 1962-1971)
- Menn og kvinnur superveteranar (f.-1961)
Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 50,-. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF: www.fif.fo. Freistin at melda til online er fríggjakvøldið 24/3-2016 á midnátt.
Avheinting av nummar og eftirtilmelding verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin á kappingardegnum millum kl. 13.45 og 14.45. Skiftimøguleikar eru í Bylgjuni og har verður eisini møguligt at fara í brús eftir renningina.
Eftir renningina bjóðar Roysnið til kaffi oa. í kantinuni í Skúlanum við Løkin, og tá vera heiðursmerkir eisini handaðið fyri FM og steyp fyri samlaðu úrslitini í TF Vetrarkappingini.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>