Home FÍF Endaliga støðan í Grand Prix 2010

Endaliga støðan í Grand Prix 2010

by Guttorm Sørensen

Á Ólavsøku varð sjeynda og seinasta umfar í Grand Prix fyri í ár avgreitt. Luttaratalið í Grand Prix í ár, er størsta luttakaratal í Grand Prix higartil. Tað er at frøðast um, at alsamt fleiri og fleiri rennarar velja at luttaka í hesi kapping gjøgnum summarið. Byrjað verður á Norðoyastevna og enda verður á Ólavsøku. Runnið verður á flestu stevnunum.

Í ár vóru tað, sum áður nevnt, 7 kappingar og bleiv samlaða kappingin bleiv so avgjørd eftir stigunum í fimm teimum best teljandi umførunum hjá hvørjum einstøkum rennara. Tað merkir at ein skal hava luttikið í minst 5 kappingum fyri at telja við samanlagt. Umframt stig fyri úrslit, so vóru latin 2 bonusstig fyri at hava luttikið í 6 kappingum og 3 bonusstig afturat fyri at hava luttikið í øllum 7 kappingunum. Leinkja til endaligu støðuna er niðast á hesi síðuni.

Opna bólkin hjá kvinnunum var tað ikki óvæntað, at vinnarin eitur Bjørk Herup Olsen úr Bragdið. Hon fekk fult stigatal í teimum fimm kappingunum hon luttók í, og vann sostatt við 200 stigum. Nummar tvey gjørdist Rebekka Fuglø úr Treysti við 178 stigum og nummar trý gjørdist Ella Áarstein úr Treysti við 130 stigum. Ella gjørdist samstundis vinnari í veteranbólkinum hjá kvinnum við fullum stigatali og tveimum bonusstigum, so hon fekk 202 stig íalt.


Rebekka Fuglø, Bjørk Herup Olsen og Ella Áarstein

Opna bólkin hjá monnunum vann Sam Vang úr Bragdið við 196 stigum. Hann vann á Eystanstevnu, Jóansøku, Fjarðastevnu og Vestanstevnu og fekk 34 stig á Norðoyastevnu og Ólavsøku, umframt tvey bonusstig. Nummar tvey við 184 stigum bleiv Hallur Holm úr Bragdið. Hann kom á sigurskammilin í øllum kappingunum og vann á Norðoyastevnu og Ólavøku, harumframt fekk hann tvey bonusstig. Á triðjaplássi við 150 stigum endaði Eirikur Hansen úr Bragdið. Hann luttók í teimum fimm fyrstu kappingum og kom uppá 150 stig, og hóast hann var burturstaddur tvær tær seinastu kappingarnar, varð tað nokk til eitt samlað triðjapláss. Veteranurin Borgar Biskopstø úr Treysti hevði møguleika at yvirhálað Eirik. Tað kravdi at hann bleiv nummar eitt ella tvey á Ólavsøku, men tað eydnaðist honum ikki.

 
Hallur Holm og Sam Vang

Í veteranbólkinum var ongin yvi og gjørdist Borgar Biskopstø úr Treysti vinnari við fullum stigatali og tveimum bonusstigum, so han fekk samanlagt 202 stig. Honum næstur kom Herluf Jacobsen úr Bragdið. Hann fekk 130 stig. Herluf var ein av teimum í gjønumførdi allar kappingarnar. Á triðjapláss kom Jan Arge Jacobsen úr Bragdið við 113 stigum.


Herluf Jacobsen og Borgar Biskopstø

Hjá superveteranunum gjørdist Jens R. Weihe úr Frælsi vinnari við 196 stigum. Hann vann fýra kappingar og gjørdist nummar tvey tvær ferðir, og fekk tvey bonusstig.  Undan Ólavøkuni var spenningur um næstu plássini. Bæði Gunnar Simonsen úr Treysti og Jóannes Ortind úr Bragdið høvdu møguleikan at enda sum nummar tvey og trý, alt eftir hvussu Ólasøkurenningin lagaði seg. Endin bleiv at nummar tvey gjørdist Gunnar Simonsen. Hann fekk 164 stig eftir trý onnurpláss og trý triðjapláss og tvey bonusstig. Á triðjaplássi fekk Jóannes Ortind úr Bragdið 161 stig. Hann var eisini ein av teimum í gjøgnumførdi øll umførini.


Gunnar Simonsen, Jens R. Weihe og Jóannes Ortind

Endaliga støðan í Grand Prix 2010 er í .pdf HER

0 comment
0

Related Articles