Í góðveðrinum leygarmorgunin varð finalan í TF Vetrarkappingini avgreidd í Runavík. Kappingarnar í vetur hava verið merktar av veðrinum, sum til flestu umførini hevur verið nakað vánaligt, men tað hava rennarnir lagt líka í, og hevur samlaða luttøkan í vetur verið metstór. Tað er rennandi í næstan øllum veðrið, og skal rættiliga nógv til fyri, at forða teimum í at renna.
Samlaða kappingin hevur sjálvdan verið eins spennandi, sum í vetur har nokkso stórar broytingar hava verið í fleiri av bólkunum. Tó hava einstakir rennarar verið í oddinum allan vegin. Kortini var spenningur í fleiri bólkum heilt til upptalt bleiv.
Genturnar: Oddvør, Maria og Elin Kristina Dreingirnir: Rúni, Gunnar og Steintór
Kvinnuunglingar: Rebekka Mansunglingar: Einar, Marnar og Teitur
Kvinnur: Rigmor, Rebekka og Tórvør Menn: Sam og Marnar. Eirikur manglar
Veteranar: Hallur, Henry og Gutti Superveteranar: Jóannes, Jens og Gunnar
Lið: Bragdið 1 (Ann, Anna S, Tórvør), Hvirlan (Rigmor, Birna og Birna) og Bragdið 2 (Anna M, Maria og Tina)
Lið: Treysti (Einar, Marnar og Jan E), Bragdið (Teitur, Hallur og Sam) og Roysnið (Arnfinn, Jóhan M og Regin)
Hesi gjøgnunførdu øll 8 umførini og fingu t-shirt frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Fv.: Rebekka, Maria, Einar, Jan Elmar, Gutti, Herluf, Anna Sofía, Jan og Arnfinn (Hjalmar manglar)
Hallur Holm frá FÍF handar Regini Thomsen, gávukort frá FÍF, fyri arbeiði hann hevur gjørt í smb. við samanteljing og støður
FÍF takkar øllum feløgunum, rennarum, hjálparfólkunum, sponsorum og øðrum fyri TF Vetrarkappingina 2013/2014.
Niðanfyri eru myndir av samlaðu støðunum í teimum ymsu bólkunum:
Samlaða heiðursmerkjabýtið fyri allar kappingarnar bleiv hetta:
Felag | GULL | SILVUR | BRONSA | íalt |
Treysti | 42 | 25 | 17 | 193 |
Bragdið | 18 | 24 | 32 | 134 |
Roysnið | 2 | 12 | 5 | 35 |
Frælsi | 7 | 0 | 1 | 22 |
Hvirlan | 2 | 2 | 6 | 16 |
Hvistan | 0 | 0 | 0 | 0 |
1 comment
Tað skal líka viðmerkjast at “íalt” í smb. við heiðursmerkjabýtið í hesum førinum telur saman eftir Fibonacci Weighted Ranking System: 3 stig fyri gull, 2 fyri silvur og 1 stig fyri bronsu.
Comments are closed.