Elsta føroyska metið hjá kvinnum, sum varð sett á Oyggjaleikunum á Álandi í 1991, bleiv tikið í triðja umfari í Grand Prix fyri børn og ung, sum var á Svangaskarði mikukvøldið.
Tað hendi tá 14 ára gamla Rebekka Fuglø úr Treystinum vann 400m teinin í harðari kapping við Vár Gregersen úr Frælsinum. Nýggja metið á 400m teininum er nú 64,3 sekund. Vár kom eisini á mál skjótari enn gamla metið og rann teinin uppá 65,6 sekund. Sera væl runnið av teimum báðum!
Gamla metið, sum Margreth Augustinusen úr Vági setti á Oyggjaleikunum í Mariehamn á Álandi 25. juni í 1991, var 68,17 sekund. Tað vil siga at hetta metið bleiv sett tvey ár áðrenn Rebekka Fuglø varð fødd.
Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum hevur runnið 400m teinin uppá 67,1 sekund á Svangaskarði í 2005, men var tað í blandaðari kapping, tvs. har bæði menn og kvinnur luttaka, og er tað tí ikki góðkent sum met.
3 comments
Tá ið tit siga at “Grand Prix kappingin fyri børn og ung er grundarlag fyri úttøku til talentbólk undir FÍF”. Var talentbólkurin so tey sum fóru til Svøríki, ella liggur nakað meira í tí? 😀
Gratulerer med 64.3 på 400 m til Rebekka! Ho kan vel setje ny ‘met’ på 200 m utandørs oxo?? 29.67 er ikkje så sterkt. Da vil Færøyane stå sterkare når rankinglista over kvinne-met skal oppdaterast etter 2007-sesongen. De ligg i 21. div. – på 8. plass. Sjå: http://home.no.net/krrakvag/div.women.htm
Rebekka (800, 1500) og Bjørk (1500, 3000) er nesten like gode som de beste norske jenter i sine årsklasser. Men vi har ei jente på 17 år som har sett europa-met på 3000 m hinderløp på 9.33 i år!!!!!
Fara nakrar myndir at koma frá Grand Prix kappingini?? 🙂
Comments are closed.