Home FÍF Ferðakortini skulu endurnýggjast!

Ferðakortini skulu endurnýggjast!

by Hallur Holm

ÍSF og Strandferðslan hava broytt skipanina viðvíkjandi ferðakorti og ítróttarferðum. Øll ferðakort, sum í dag eru í umfari, eru útgingin 1. apríl  2015. (Hetta er IKKI ein aprílsøga!) Hetta merkir, at feløgini skulu útvega sær nýggj ferðakort.

Her er vegleiðingin fyri nýtslu av kortunum, vegleiðing fyri hvussu søkt verður eftir korti o.s.fr. Tað er umráðandi, at ábyrgdarpersónar í feløgunum lesa hesa vegleiðing gjølla!

1. Nýtslan
1. Kort kunnu framyvir bert verða nýtt á ferjum hjá SSL og í bussum hjá Bygdaleiðum í Suðuroy og Sandoy. Kortini kunnu nýtast til dystir, venjingarlegur, og landsliðsvenjingar. Kortini kunnu ikki verða nýtt til vanligar venjingar.

2. Tá eitt ítróttarlið kemur í bussin ella umborð á skipið, skal ferðaleiðarin (korthavarin) ganga á odda og lata bussførara kortið og upplýsa, hvussu nógv ferðandi (vaksin/børn) eru við liðnum. Bussførarin skrásetur ferðingina. Hetta skal gerast hvørja ferð, ferðast verður. Kortið skal avgreiðast, áðrenn ítróttarfólkini fara inn í bussin.

3. Korthavarin hevur møguleikan at fáa kvittan, ið vísir, hvussu nógv ferðandi eru. Hendan kvittan skal goymast, so hon kann verða víst seinni á ferðini.

4. Uttan kort skal rindast fyri ferðina.

2. Bílegging av ferðum
1. Um 10 ella fleiri fólk eru í ferðaliðnum, skal pláss bíleggjast hjá Strandfaraskipum Landsins í seinasta lagi 2 yrkadagar undan ynsktu fráferð. SSL hevur skyldu at svara 1 yrkadag undan ynsktu fráferð. Felagið er bundið av hesi bílegging og heftir fyri meirkostnaðinum. Avlýsast kann innan kl 15:00 dagin fyri á bilegging@ssl.fo

2. Ferðin skal bíleggjast við telduposti á bilegging@ssl.fo ella við at venda sær til Farstøðina á tlf. 343000.

3. SSL kannar, um pláss er fyri bólkinum ynskta túr. Síðan sendir SSL játtandi ella noktandi svar um teldupost.

4. Um plásstrot er, kann SSL finna annan túr til bólkin. SSL kann ímóti eykagjaldi seta eyka flutning inn.

5. Sum prógv fyri, at túrurin er bílagdur, skal SSL váttan vísast fram innan fráferð. Um bólkurin ikki hevur váttan, hevur førarin ikki skyldu at taka bólkin við.

3. Um skipanina
1. Kortini til sersambond, dómarar og landsliðsleikarar verða útflýggjað sersambondunum, sum so útflýggja tey til sínar limir.

2. Treytin hjá feløgunum fyri at fáa kortini útflýggjaði er, at tey hava limaviðurskifti síni við ÍSF í lagi. Um felag hevur restandi limagjalds skuld, skal hon verða goldin, ella avtala skal verða gjørd við ÍSF um afturgjalding, áðrenn kortini kunnu nýtast. Treytin at feløg fáa útflýggjað síni kort er, at tey hava síni limaviðurskifti við avvarandi sersamband/sersambond í lagi.

3. Kortið eru varandi. Tað merkir, at tað kann verða brúkt ár eftir ár. Kortið er elektroniskt og inniheldur eitt “microchip”. Hetta merkir, at kortið skal handfarast varliga. Kortið má ikki boyggjast ella leggjast nær sterkum hita. Somuleiðis kunnu sterk magnetfelt ávirka kortið.

4. Kortið kostar 50 kr. Verður kort burturmist ella oyðilagt og tí má endurnýggjast, verða kravdar 1000 kr. í avgreiðslugjaldi fyri hvørt kortið. Feløgini rinda sjálv hesa upphædd.

5. Um kort verður misnýtt, verður kortið sperrað, og málið verður tikið upp til viðgerðar í starvsnevndini. Starvsnevndin hevur heimild at áleggja felagnum straff.

4. Útflýggjanarmannagongd
1. Feløgini bíleggja kort um ÍSF. SSL sendir so feløgunum kortini við fráboðan til skrivstovuna hjá ÍSF.

2. Felagið letur móti kvittan á serligt oyðublað ábyrgdarfólkinum hjá hvørjum liði eitt kort. Felagið hevur skyldu at goyma hesa kvittan. Oyðublaðið kann heintast á www.isf.fo.

3. Tá kappingarárið er liðugt, skulu ábyrgdarfólkini lata felagnum kortini aftur í varðveitslu inntil næsta kappingarár, tá sama útflýggjanarmannagongd verður fylgd.


Jarvin Feilberg Hansen, ítróttarráðgevi hjá ÍSF, umsitur ferðakortini

 

0 comment
0

Related Articles