Home FÍF FÍF aðalfund 20. mei

FÍF aðalfund 20. mei

by athletic

Frælsur Ítróttur Føroya lýsir til aðalfund í ÍSF-húsinum 20. mei kl. 14.30.

Tað er greitt, at nýggjur formaður skal finnast til Frælsan Ítrótt Føroya. Formaðurin síðani sersambandið varð stovnað í 2002, Sølvi R. Hansen, tekur ikki við afturvali.

Lógirnar hjá FÍF loyva annars formanninum at sita í mesta lagi 3 valskeið, t.e. 6 ár. Men sitandi formaður hevur valt ikki at stilla upp aftur.

Nevndin hevur ein nýggjan formann í uppskoti. Navnið á viðkomandi verður kunngjørt ein av komandi døgunum.

0 comment
0

Related Articles