FÍF roynir seg við “Roster” og stroyming í morgin. Tíðarætlan og startlistar.

Skrivað hevur

Tá Betri Stórkappingin verður skotin í gongd á Tórsbreyt í morgin kl. 12.30, so verður tað í nýggjum “hami”. FÍF hevur gjørt eina avtalu við Roster Athletis fyritøkuna um, at royna teirra skipan til øll trý umførini í Betri Stórkappingini. Roster Athletics hevur ment eina skipan, sum ger tað gott og lætt hjá bæði fyriskiparum, íðkarum og fjepparum, at síggja startlistar og úrslit. Skipanin er tøk á mobilum eindum. Á hesum leinkjunum finnast Roster app’irnar:

https://itunes.apple.com/us/app/id1102383168
https://play.google.com/store/apps/details?id=io.rosterathletics.roster 

Beinleiðis stroyming
Eitt afturat, sum verður roynt í morgin, er beinleiðis stroyming frá kappingunum. FÍF hevur fingið sær góða útgerð til vega til endamálið. Stroymingin verður tøk á facebookvanganum hjá Frælsur Ítróttur Føroya. Ætlanin er at so nógvar kappingar, sum møguligt verða vístar.

62 íðkarar hava boða frá luttøku í morgin og er talan um 165 startir í teimum ymsu greinunum og bólkunum.

Tíðarætlan er her: https://admin.rosterathletics.io/pdf/meet-715-Schedule-en-GB.pdf 

Startlistar eru her: https://admin.rosterathletics.io/pdf/meet-715-StartLists-en-GB.pdf

Undir bólkunum so merkir:
U8 = 5-7 ár
U10 = 8-9 ár
U12 = 10-11 ár
U14 = 12-13 ár
U16 = 14-15 ár
U18 = 16-17 ár
U20 = 18-19 ár

 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*