Home FÍF FÍF við í elituarbeiðinum hjá ÍSF

FÍF við í elituarbeiðinum hjá ÍSF

by Hallur Holm

Seinasta vikuskiftið var annað umfar av elitu-projektinum hjá ÍSF. Hetta er eitt projekt, sum er sjósett í kjalarvørrinum á teimum pengunum, sum landskassin lat til Pál Joensen og elituítrótt. Projektið gongur út uppá at sersambondini innstilla nakrar íðkarar, sum saman við venjarum og foreldrum teirra síðani gerast partur av hesum tiltaki. FÍF hevur valt teir tríggjar unglingarnar Rúna Seloy, Marnar Djurhuus og Dánjal Jákup Niclasen í bólkin.

Seinasta vikuskiftið í september varð so farið til Suðuroyar. Fimleikarar, badmintonleikarar, svimjarar, triatloníðkarar, súkklarar og okkara íðkarar fluttu inn á Gistingarhúsið í Øravík. Okkara fólk vóru Rúni við foreldrum, Marnar við foreldrum, Dánjal Jákup við mammu og Gutti var við sum venjari. Tíverri lá ikki fyri hjá Jógvani, Debesi ella undirritaða at vera við.

Tað vóru Magni Mohr, ítróttargranskari, og Jón Bjarnason svimjivenjari, sum skipaðu fyri. Ætlanin við hesum var fyrst og fremst at fáa fólk at skilja, hvat skal til fyri at íðka elituítrótt. At gera sær greitt hvat krevst og at venjari og ikki minst foreldur eru ein avgerandi partur av hesum. Í hesum sambandi greiddi Pál Joensen frá sínari venjing og hvussu lív hansara er stýrt av svimjivenjing nærum alt samdøgurið. Eisini greiddi mama Pál frá, hvussu satsingin hjá Páli ávirkar allan gerandisdagin í heiminum hjá teimum.


Magni Mohr

Magni vildi hava ítróttarfólkini at spyrja seg sjálvi og útgreina í æsir, hvat skal til fyri at tey kunnu blíva best í teirra ítróttargrein. Uppgáva varð sett til næsta skeið, og gekk hon út uppá, at íðkarar skuldu læra at skriva venjingardagbók, sum greitt kann vísa týdningarmestu parametrini í venjingini.


Frá upphitingini á Tórsbreyt leygarmorgunin

Farna vikuskifti varð lagt til brots aftur leygarmorgunin kl. 8.00. Tað var aftur Magni Mohr sum skipaði fyri. Leisturin fyri elitu-projektið var nú broyttur, fingu vit at vita, soleiðis at talan nú var um eina venjaraútbúgving. Setningurin var grundleggandi venjingarteori. Aerob, anaerob og styrkivenjing bleiv terpað úr kemiskum reaktiónum í vøddatrevjunum til praktiska venjing á Tórsbreyt, har eisini blóðroyndir blivu tiknar.  Skeiðið helt fram til seinnapartin sunnudagin.


Marnar, Gudmundur, Jógvan, Súsanna og Torkil sluppu at royna seg á 6 x 2 min. intervallum við 1 min. hvíld.
Málið var at tey skuldu renna við høgum pulsi.

  
Hallur skrivaði tíðir og puls, Debes stýrdi klokkuni og Gutti tók onkra myndina


Seinnapartin var aftur ymisk intervallvenjing á skránni


Magni tók nakrar blóðmjólkasýruroyndir av Gudmundi ímillum intervallini

Ætlandi verður hildið fram við skeiðinum í januar/februar. Spennandi evni sum kostur, mentalvenjing og tilrættislegging av kappingarárinum verða tikin upp.

Hjá ÍSF vóna tey, at kunna byrja eina nýggja skeiðsrøð heilt skjótt, so aðrir venjarar enn bara teir, sum júst nú venja størstu talentini, eisini fáa møguleikan at læra og uppfríska alt um grundleggjandi venjing.

0 comment
0

Related Articles