Home BETRI Vetrarkappingin Fín vitjan til TF VK 8

Fín vitjan til TF VK 8

by Hallur Holm

Leygardagin verður FM í 10 km landavegsrenning í Runavík. Hetta verður samstundis áttanda og seinasta umfar av TF Vetrarkappingini, sum byrjaði í november í fjør. Fleiri av bólkunum eru stórt sæð avgjørdir longu frammanundan, men enn er spenningur í onkustaðni. Í øllum førum er spenningurin stórur um hvør verður føroyameistari í teimum ymisku bólkunum.

Vit hava allan vetur sæð somu rennarar koma fyrst á mál. Av teimum sjey umførunum higartil, hevur Jan Elmar Sørensen úr Treysti vunnið tey fýra. Eirikur Hansen úr Bragdinum hevur vunnið tvey og Julian Gregersen úr Treysti eitt. Rebekka Fuglø,  Treysti, hevur vunnið øll fimm umførini hon hevur luttikið í. Rigmor N. Arge hevur vunnið hini bæði.

Leygardagin kunnu vit tó vænta heilt nýtt fólk ovast á sigursskamlinum. Bæði hjá monnum og kvinnum. Vit fáa nevnliga fína vitjan! Hjá kvinnunum kemur Marna Egholm heim at renna FM. Hon hevur ein feskan 10 km í beinunum, tí so seint sum seinasta leygardag setti hon føroyskt met, og vann samstundis DM-bronsu á júst hesum teininum. Hon er sostatt stórfavorittur at vinna FM. Borgarhjørt Holm verður eisini við í kappingini, og tað kann hugsast, at hon kann leggja seg út í stríðið um tað bíligara metalið.

12516922_10208646273577233_391789973_o
Marna Egholm verður við til FM leygardagin 

Eisini hjá monnunum hava vit fingið sera forvitnisliga vitjan. Tað er danski stórrennarin Lars Budolfsen, sum kemur til Føroya at renna. Tað er Jan Elmar Sørensen, sum saman við Treysti hevur fingið danan hendan vegin, og ætlanin er at hann skal renna sum hara fyri fremstu føroysku rennararnar. Hetta fyri at teir skulu hava møguleika at knógva oyl-kravið á teininum, sum er 33.20 min. Sannlíkt verða tað Eirikur Hansen og Jan Elmar Sørensen, sum fara at elta danan, men Julian Gregersen og Andrias Hansen hava sanniliga eisini møguleikan at gera seg galdandi í stríðnum um FM-heitið á 10 km.

Lars Budolfsen
Besti maratonrennarin í Danmark seinastu 20 árini, Lars Budolfsen, kemur at renna FM 10 km leygardagin

FÍF hevur sett seg í sambandi við Dansk Atletikforbund fyri at kanna um tað er lógligt at renna við fremmandari haru til eina heimliga meistaraskapskapping. Tað vísir seg at vera í lagi. Hinvegin er IKKI í lagi, at menn renna sum hara fyri kvinnur, ella øvugt.

Í TF Vetrarkappingini er størsti spenningurin hjá superveteranum við kvinnum, har stríðið stendur millum Ceciliu Arendal og Sunnevu Olsen. Sunneva skal vinna leygardagin, um hon skal gera sær vónir um at vinna samlaðu kappingina. Í liðkappingini er aftur í ár háspenningur um Roysnið megnar at krøkja bronsukrónurnar heim. Hetta verður fyrst og fremst eitt hart stríð við Treysti 2, men eisini Bragdið 2 kann gera eitt hál, og fara avstað við bronsukrónunum. Treysti 1 hevur tryggjað sær sigurin frammanfyri Bragdið 1.

TF Vetrarkappingin hevur verið sera væleydnað í vetur, og vit vóna at fáa eina góða og spennandi finalu leygardagin.

0 comment
0

Related Articles