Home FÍF Finalan í Vetrarkappingini: Flestu kappingarnar avgjørdar frammanundan

Finalan í Vetrarkappingini: Flestu kappingarnar avgjørdar frammanundan

by Hallur Holm

Í fýra kappingum hava menn, kvinnur, dreingir og gentur hendan veturin dystast um virðismikil stig. Finalan verður í Runavík leygardagin klokkan 11.00, og aftaná verða steypini latin til trý tey bestu í teimum ymisku bólkunum. Tað hevur verið kappast í níggju bólkum, og nú undan finaluni eru enn nógvir ósvaraðir spurningar, um hvør fer avstað við steypunum.

Reglurnar siga, at rennari skal hava kappast í minst trimum kappingum fyri yvirhøvur at telja við í samlaðu støðuni. Hevur hann verið við í fýra kappingum, fær hann trý bonusstig, og hevur hann verið við í øllum fimm kappingunum, fær hann 2 bonusstig afturat teimum fyrru trimum. Tað eru bert tríggjar tær bestu kappingarnar, sum telja við.

Hjá monnunum liggur Sam Vang heilt væl fyri at vinna og hevur 150 stig. Hann vann tríggjar tær fyrstu kappingarnar, men hevði so forfall í Hvannasundi. Við at gjøgnumføra og ogna sær 3 bonustig vinnur hann samanlagt.  Hevur Sam forfall aftur hesuferð, so kann Guttorm við einum sigri og tveimum bonusstigum afturat koma uppá uppá 152 stig og harvið vinna samanlagt. Henry Olsen, sum er nummar trý, er ov langt aftanfyri at blanda seg, men er tó rættiliga tryggur á triðja plássinum.


Klárar Guttorm at yvirhála Sam leygardagin? Hendan myndin er frá Vetrarkappingini 2009/10 í Hvannasundi.

Men hinvegin, so hevur Henry longu frammanundan gjørt bart í kappingini hjá veteranunum, har hann hevur vunnið øll fýra umførini.  Borgar Biskopstø, Heini Gregersen og John Egholm kappast um plássini frá nummar tvey til fýra. Tað sær eisini út til, at kappingin um fyrsta plássið hjá superveteranunum er avgjørd. Jens R. Weihe er fremstur við 150 stigum frammanfyri Gunnar Simonsen við 140 og Jóannes Ortind við 134 stigum. Men afturi á fimta plássinum er Óli Olsen við 100 stigum, sum hann hevur fingið fyri sigrarnar Runt Agnið og í Havn. Vinnur hann leygardagin, kemur hann eisini uppá 150 stig, men tá verða tað tey tvey bonusstigini, sum Jens fær fyri at gjøgnumføra teir 10 kilometrarnar leygardagin, sum avgera alt til fyrimunar fyri sørvingin.


Jens Weihe. 64 og framvegis fúkandi. Liggur sera væl fyri at vinna VK fyri superveteranar. Hendan myndin er frá fjórða umfari í Hvannssundi seinasta mánað.

Líkt er til at tað verður ein Hvirlurennari, sum vinnur samlaðu kappingina hjá mansunglingunum. Ólavur Egholm av Velbastað vann trý tey fyrstu umførini, og hann skal eins og Jens Weihe bara gjøgnumføra fyri at tryggja sær sigurin. Hans Jacobsen er tryggur á øðrum plássi, meðan Dávid Johannesen fær triðja pláss, um hann gjøgnumførir teinin. Í dreingjakappingini hevur Marnar Djurhuus longu tryggjað sær fyrsta plássið, meðan tað verða Einar Gregersen og Regin Joensen, sum koma at dystast um tær næstu plaseringarnar. Einar hevur tó greiðan fyrimun.

Í kvinnubólkinum hevur Rebekka Fuglø verið einaráðandi í vetur, og hevur eisini longu nú tryggjað sær sigurin. Tað sær eisini út til at støðan við Ellu Áarstein á øðrum og Gunnhild Helmsdal á triðja plássi fer at halda sær. Rebekka rennur eisini við kvinnuunglingunum, og hon verður tann einasta, sum kemur at fullføra minsta lagi tríggjar kappingar. Í gentukappingini førir Hildur Poulsen, men fyri at varðveita hesa leiðslu, skal hon halda Elsu Berg aftanfyri seg á teimum 5 kilometrunum leygardagin, tí við einum sigri fer Elsa uppá 150 stig, meðan Hildur við einum øðrum plássi endar á 147 stigum. Tað eru bert tær báðar, sum hava møguleika at fullfíggja í minsta lagi tríggjar kappingar. Ella Áarstein, sum er nummar tvey í opnu kappingini hjá kvinnum, hevur longu vunnið samlaða sigurin í veterankappingini. Karin Maria Isaksen er nummar tvey og Lydia Gardar er nummar trý. Einasta broytingin, ið kann henda leygardagin, er at Jessie Hansen kann yvirhála Lydiu, og sníkja seg uppá triðja pláss.


F.v.: Ella Áarstein, Rebekka Fuglø og Gunnhild Helmsdal. Leygardagin hava tær sannlíkt steyp í hendi

Vit gleða okkum til leygardagin, og ynskja øllum eina góða kapping og góða eydnu.

Støðan undan seinastu kappingini leygardagin er at finna HER.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur Bláhamar 24.03.11 - 13:21

Ja eg vóni at tú hevur rætt Hallur, í at tað verður spennandi, soleiðis at vit fáa onkrar góðar vinnaratíðir sum vilja nakað meira enn bara at vinna:-)

Comments are closed.