Home FÍF Finalan verður leygardagin

Finalan verður leygardagin

by Hallur Holm

Finalan í Vetrarkappingini 2007/08 verður í sambandi við Várkappingina í Runavík leygardagin. Vetrarkappingin kann av sonnum sigast at hava livað upp til navnið við bæði kulda, kava, hálku, stormi, ódnarveðri og enntá yvirflóð. Mannfallið hevur verið hareftir, og tíverri er ikki tann stóri spenningurin undan seinasta umfarinum leygardagin.

Tó so. Hjá dreingjunum er alstórur spenningur um, hvørt tað verður Regin Joensen ella Johannes Kristensen, sum loksins stendur ovast á sigurspallinum. Bert 11 sekund skilja teir undan seinastu 5 kilometrunum, so har kann alt henda.

Tvær gentur eru, sum hava fullført fyrstu fýra umførini. Rebekka Fuglø er tó so mikið langt frammanfyri 3 ár yngru Bjørk Reynagarð Svabo, at kappingin í veruleikanum longu er avgjørd. Sama má sigast um kappingina hjá kvinnum, har bert óhapp kann forða fyri, at Bjørk Herup Olsen fer at sigra á Fríðunn Steinberg.

Hjá mans- og kvinnuunglingum eru tað bert ávikavíst Jan Elmar Sørensen og Bjørk Herup Olsen, sum hava verið við øll fýra umførini, so tey skulu einans gjøgunumføra fyri at fáa sigurin í hús.

Í kappingini hjá monnum, skal illa vilja til, um ikki Guttorm Sørensen fer við samlaða sigrinum. Hann hevur góðar sjey minuttir at geva av í mun til Andrias Hansen á øðrum plássi. Andrias hevur so aftur góðar tveir minuttir at geva av í mun  til Borgar Biskopstøð á triðja plássi.

Borgar er eitt smábarn í veteranhøpi, og hevur tí havt lutfalsliga lætt spæl í veteranbólkinum, har hann liggur til ein greiðan samlaðan sigur. Nummar tvey verður so super-veteranurin Regin Jóanesarson, sum viljasterkur hevur strítt seg gjøgnum øll umførini.

Kappingin byrjar kl. 15.00 við samlaðum starti. Meira um kappingina undir yvirskriftini “Várkapping 29. mars” Samlaða støðan undan kappingini finst undir “Úrslit”.

0 comment
0

Related Articles