Home FÍF Fleiri bólkamet tikin á fyrra degnum í FM-U

Fleiri bólkamet tikin á fyrra degnum í FM-U

by Hallur Holm

Tað vóru sera nógv góð úrslit á Tórsbreyt í dag. Hugaligt er at síggja, hvussu dygdin hjá okkara ungu íðkarum alsamt betrast, og hetta sæst eisini aftur á metlistunum, sum tað eftir hondini er blivið fulltíðarstarv at dagføra. Tað kundi verið skrivað so øgiliga nógv um kappingarnar í dag, men her verða bara turr tøl fyri  tey mongubólkametini, sum sett vóru á fyrra degnum. Fyst stendur árgangur, síðani grein, navn, felag, nýtt met og at enda í klombrum, eigarin av gamla metinum og metið:

  • Ge 8 – longdarlop – Bára Glerfoss, Bragdið – 2,91 – (Óluva A. Joensen – 2,91)
  • Ge 10 – 300 m – Elisabet Holm Simonsen, Bragdið – 51,13 – (Marita K. Petersen – 61,0)
  • Ge 12 – 300 m – Tinna Berg Jørgensen, Hvirlan – 47,59 – (Hildur Poulsen – 53,79)
  • Ge 13 – hæddarlop – Marita K. Petersen, Hvirlan – 135 cm (einki skrásett met frammanundan)
  • Ge 14 – hæddarlop – Edna Maria Debes, Hvirlan – 130 cm – (Bjørk R. Svabo – 121)
  • Ge 15 – spjótkast – Bjørk R. Svabo, Hvirlan – 19,56 – (sjálv – 17,37)
  • Dr 8 – longdarlop – Samuel Johansen, Bragdið – 3,08 – (Natanael Matras – 3,02)
  • Dr 8 – 400 m – Samuel Johansen, Bragdið – 81,12 – (Andreas Antoft – 84,53)
  • Dr 9 – 400 m – Andreas Antoft, Bragdið – 77,75 – (Óli Eyðsteinsson – 80,06)
  • Dr 10 – longdarlop – Elias Thorsteinsson, Hvirlan – 3,43 – (Fríði Magnussen – 3,33)
  • Dr 11 – 300 m – John Herman Fuglø, Treysti – 51,29 – (Julian Gregersen – 52,21)
  • Dr 12 – spjótkast – Ólavur Weihe Joensen, Hvirlan – 25,52 – (Jack Nielsen – 25,50)
  • Dr 13 – spjótkast – Tórur Mortensen, Hvirlan – 32,68 – (sjálvur – 29,97)
  • Dr 13 – 300 m – Tórur Mortensen, Hvirlan – 45,02 – (? – skal eftirhyggjast)
  • Dr 14 – spjótkast – Steingrímur Hallsson, Bragdið – 36,80 – (sjálvur – 33,71)
  • Dr 15 – klingrukast – Tróndur Arge, Hvirlan – 31,57 – (Helgi Geyti – 31,24)
  • Dr 19 – klingrukast – Rói Holgarsson, Bragdið – 21,04 – (einki met frammanundan)

Metini fyri bóltkast eru ikki endaliga klár enn. Kastað hevur verið við ymiskum vektum, og ikki altíð hava vektirnar verið upplýstar. Nevnast skal eisini, at í longdarlopi eru tað bert lopini, har vindurin er +2,0 ella minni, at lopini kunnu góðkennast sum met. Nærum altíð tá lopið hevur verið á Tórsbreyt, hava leypararnir havt vindin í ryggin, og oftani hevur vindurin verið ov nógvur til at met kunnu góðkennast. Í dag vóru trý dømi um hetta: Maria Biskopstø (3,32 – vind +2,5) – Andrias Antoft (3,42 – vind +2,1) – Elisabet Holm Simonsen (3,80 – vind +2,1).

Afturat øllum hesum bólkametunum skulu vit ikki gloyma føroyska metið fyri VAKSIN, sum ungu Hvirlugenturnar, Emilia Larsen, Edna Maria Debes, Marita K. Petersen og Tinna Berg Jørgensen tóku á 4×100 m boðrenning. Gamla metið frá 1993 varð sligið við tveimum sekundum, og er nú 57,60 sekund.

Leggjast skal til merkis, at metini verða gjørd upp fyri hvønn árgang sær. Tað merkir, at onkur ið kanska ikki hevur vunnið heiðursmerki í dag kann hava sett bólkamet, meðan gullvinnarin møguliga ikki hevur sett bólkamet í sínum aldursbólki.

Vónandi klára ungu íðkararnir at halda sama høga støðið sunnudagin, soleiðis at vit kanska fáa enn fleiri bólkamet. Góða eydnu øll somul!


Hvirlugenturnar fegnast eftir sigurin og føroyska metið: F.v.: Edna Maria, Tinna, Marita og Emilia

 
Emilia og Tinna í sigursrúsi


Boðrenningar styrkja liðandan og felagskensluna!


Dagsins gullklumpur, Tórur Mortensen, vann 3 gullmerki í trimum kappingum og  kláraði tvey A-krøv til talentliðið.

(Myndir læntar frá Hvirluni)

 

0 comment
0

Related Articles