Home FÍF FM 1. dagur: Breckmann og Holgarsson skjótast

FM 1. dagur: Breckmann og Holgarsson skjótast

by Hallur Holm

Nakað av fólki hevði leitað sær á Tórsbreyt í dag, tá FÍF skipaði fyri fyrru helvt av FM fyri vaksin. Veðrið var av tí heilt fræga. Turt, sólarglottar og eitt lot.

Tvær spurtkappingar, ein miðteinur, ein langteinur, tvær kastikappingar og longdarlop var á skránni í dag. Í kastikappingunum var alt við tað gamla. Gull til Hera Ziska og Randi Kúrberg í bæði hamara- og diskoskasti. Tíverri var eingin kvinna, ið tók upp dystin við Randi. 

Hetta eru “paradudisiplinir” hjá Hera, og nú munnu vera minst 20 ár liðin, síðani hann seinast hevur tapt móti føroyingi í hesum greinum.  Í dag hevði Heri eina javnt góða seriu í diskoskast, har øll 6 køstini vóru omanfyri 38 metrar. Vinnarakastið sníkti seg akkurát út um 40 metrar – nevnliga 40,08 m. Við hamaranum gekk eitt sindur verri, tí seinastu 4 køstini miseydnaðust. Heri er nokk vælnøgdur við úrslitið kortini, tí næsta kastið hjá honum fór út á 40,21 metrar. Og so leingi 4-talið stendur fremst, er vón fyri framman. Randi hevur eisini verið nærum sjálvskrivaður vinnari við hamaranum. Og hóast venjingarstøðan í dag ikki so góð sum hon var fyri júst einum ári síðani, tá hon setti met við einum kasti omanfyri 40 metrar, vórðu 31,53 metrar nóg mikið til gullið. Í ár royndi hon seg so eisini í diskoskasti og gjørdist tí (fyribils) tvífaldur føroyameistari. Í hamarakasti gjørdist Uni Højgaard nr. 2 við 28,88 og Helgi Geyti nr. 3 við 24,43. Í diskoskasti bleiv Helgi Geyti nr 2 við 26,82 og Hallgrím Hansen nr. 3 við 25,92.

Longdarlopskappingin hjá monnum sá frammanundan út til at gerast ein tvídystur millum Daniel D. Rein og Trygva Laksafoss. Hesir báðir gjørdust eisini nr. 1 og 2, men tað bleiv ikki tann stóri spenningurin, tí longu í fyrsta umfari kom vinnaralopið frá Daniel upppá 5,92. Trygvi, sum fyrr í summar leyp 5,69 m megnaði ikki at leypa upp til sítt besta í dag, og fekk silvur við 5,13 m.

Og so fingu vit eisini eitt føroyskt met í dag, tá Mona Breckmann, sum var einasta kvinna í longdarlopi, í øðrum lopi leyp 4,56 metrar. Gamla metið átti Helga Mikkelsen, systur Ása Mikkelsen, sum hevur metið í longdarlopið hjá monnum. Kvinnumetið setti Helga í 1993.

Tað var 5.000 m hjá monnum, sum í dag hevði størstu luttøkuna. Favoritturin Sam Vang legði seg a odda frá byrjan, men so kom Borgar Biskopstø framum, og skapti eitt størri og størri hol aftur til Sam. Kappingin tyktist nærum avgørd, tá Sam brádliga ressaðist og byrjaði tippa holið aftur. Holið bleiv tipt, og tá 600 m vóru eftir, kom avgerandi rykkið frá Sam, sum sleit seg leysan, og at enda var umleið 10 sekund frammanfyri Borgar. Dysturin um bronsuna stóð millum Guttorm Sørensen og Meinar Ortind. Teir vóru púra javnir til 80 metrar vóru eftir. Tá tók Guttorm sjógv á bak og rann frá Meinari.

Undirtøkan á 800 metrum kundi væl verið størri hjá bæði monnum og kvinnum, tí í báðum førum vóru eftir avboð bert tveir luttakarar við. Og heldur ikki gjørdist talan um nakrar spennandi kappingar. Hjá monnum vann Rúni Seloy og Júst í Túni varð nr. 2. Hjá kvinnunum var tað Bjørk Herup Olsen, sum við einar góðari tíð – 2.23.09 – gjørdist føroyameistari, meðan Rebekka Fuglø bleiv nr. 2.

Eisini á 400 m kvinnur var skuffandi við luttøku. Bert Rebekka Fuglø stóð á startlinjuni, tá startskotið gekk. Rebekka, sum eigur føroyska metið á hesum teininum, rann teir 400 metrarnar uppá 69, 02 sekund. 5 menn stóðu klárir til startin á 400 m. Favorittur var Rúni Seloy, men Daniel Djurhuus gav honum dygga mótstøðu allan vegin. Tað endaði tó við at Rúni sigraði við útmerkaðu tíðini 54,31 sek, Daniel bleiv nr. 2 við 55,38 og Hans Jacobsen nr. 3 við 56,80.

Mona Breckmann, sum fyrr á degnum hevði sett føroyskt met í longdarlopi vann eisini 100 m finaluna við 14,20 sek. Nr. 2 gjørdist Anna Sofía Fjallheim við 18,17 sek.

Í mansfinaluni stóðu teir báðir øksl við øksl á geil 3 og 4. Vestmenningarnir báðir. Vinmenn og vinnarar av hvør sínum innleiðani riðili, og tí favorittar til tey bæði fremstu plássini. Daniel Djurhuus Rein og Rói Holgarson. Tíverri var Daniel ov skjótur úr startblokkinum, og so var einki annað hjá dómaranum at gera, enn at vísa honum reyða kortið. Síðan gekk skotið á øðrum sinni, og nú vísti Rói Holgarsson veruliga hvør dugur er í honum. Hann kom nógv fremstur um mállinjuna. Ja nærum eitt sekund frammanfyri Rúna Seloy á øðrum plássi og neyvt eitt sekund frammanfyri Hans Jacobsen á triða plássi.

FM heldur fram í morgin, sunnudagin, við kappingum í 100/110 m hekkurenning, 200 m, 1.500 m, 3.000 m forðarenning, spjótkasti, kúlustoyti og hæddarlopi. Kappingarnar byrja kl. 14.00 og halda fram til kl. 16.00.

Úrslit FM vaksin 2010 leygardagur

3 comments
0

Related Articles

3 comments

Daniel Djurhuus Rein 07.08.10 - 23:09

Also also…. woop woop

Jón Bjarnason 08.08.10 - 00:45

Hvat var tíðin á 100m hjá Róa?

Hallur 14.08.10 - 19:27

@Jón. Sá ikki spurningin fyrr enn nú 🙁
Men Rói rann 11,76 til FM
Í dag hevur Rói aftur runnið til FM-Ung. Tíðin í dag var 11,84. Hann rann tíverri einsamallur 🙁

Comments are closed.