FM 1. dagur – Heri Ziska oyggjaleikabúgvin

Skrivað hevur

Fyrri kappingardagur í FM fyri vaksin var í dag, og ein av best nøgdu íðkarunum mundi vera veteranurin Heri Ziska, sum kastaði so mikið væl, at hann í tveimum umførum knógvaði oyggjaleikakravið í klingrukasti. Veðrið var kanska eitt sindur ivasamt. Vindur og so dropaði eisini nakað. Fyri at fáa tey longu køstini við klingruni er avgerandi neyðugt, at tað er turt, og tíbetur tornaði stutt undan kappingarbyrjan. Vindurin var næstan beint ímóti, men fyri ein so dugnaligan tekniskan kastara sum Hera, er hetta bara ein fyrimunur. Tí sum nevnt fekk hann heilar tvær ferðir klingruna upp at flúgva á vindinum.  Í aðru roynd síni kastaði hann 43,22 metrar, og kom sostatt tveir sentimetrar út um oyggjaleikakravið. Men longu í royndini aftaná staðfesti hann, at hetta ikki var av tilvild, tí tá fleyg klingran út á 43,43 metrar. Heri hevur í allar tíðir havt patent uppá føroyameistaraheitið í klingru. Og tað hevur hann fyri so vítt eisini í hamarakasti, har hann aftur í dag settu teir ungu uppá pláss.


Við frálíkum teknikki eydnaðist Hera Ziska enn einaferð at kvalifisera seg til oyggjaleikirnar.

Ein annar sum ivaleyst er stak væl nøgdur við fyrra FM-dagin er 17 ára gamli Regin Joensen úr Bragdinum, sum er nýggjur føroyameistari á bæði 400 og 800 metrum. Í báðum førum vann hann rættiliga tryggar sigrar. Regin er ein av fleiri, sum er nær við oyggjaleikalandsliðið. Ikki so óvæntað vann eisini Bjørk Herup Olsen tvey FM-heiti. Tað fyrra tá hon einsamøll rann á 800 metrum, og tað seinna á 5.000 metrum.


Regin Joensen vann tvey gullmerki í dag. Her á øðrum plássi eftir Teit Bjarnastein og frammanfyri Rúna Seloy og Regin Thomsen, tá teir fara út á seinna umfar á 800 metrum.


Eitt ótal av sigrun eigur hon, og í dag løgdust tvey FM-heiti afturat hjá Bjørk Herup Olsen.

15 ára gamla Edna Maria Debes vann eisini tvær gull. Fyrst vann hon kappingina í longdarlopi, og løtu seinni vann hon 100 metra finaluna, og kann tí hetta næsta árið við góðari samvitsku kalla seg Føroya skjótastu kvinnu. Tað kann Rói Holgarsson úr Bragdinum eisini gera. Altso kalla seg Føroya skjótasta mann! Triðja árið á rað vann hann FM á 100 metrum. Lagt var upp til eina sera spennandi kapping á 100 metrum, tí heilir fimm Hvirlu-spurtarar hava verið undir 12 sekund í ár. Men tá til stykkis kom, kveistraði Rói Holgarsson alla mótstøðu burtur og vann trygt við síni bestu tíð nakrantíð, 11,35 sekund. Undanvindurin var tó væl omanfyri loyvda hámark.


Edna Maria Debes í leysum lofti. Hon gjørdist føroyameistari á 1oo metrum og í longdarlopi.


Rói Holgarsson lat ongan iva vera um, hvør er skjótasti føroyingur. Skotið er ikki meira enn fallið, tá hann stingur seg fram um.


Aftur í ár gjørdist Daniel Djurhuus Rein føroyameistari í longdarlopi.

5.000 meturin hjá monnum endaði í einari taktiskari og rótutari renning, sum endaði við einum tvídysti millum Henry Olsen og Sam Vang úr Bragdinum. Sam sá til tíðir eitt sindur sperdur út, men tá so smáir 300 metrar restaðu í, setti hann turbo’ina frá, og fór undan Henry, sum tó fekk eitt trygt silvurpláss. Í kappingini um triðja plássið eydnaðist tað Borgari Biskopstø at halda unga Einari Gregersen og veteraninum Regini Zachariassen aftanfyri.


Sam Vang á odda á 5.000 metrum. Tað var hann eisini við dystarenda og vann sostatt FM.

Líta vit í metbøkurnar fyri frælsan ítrótt, sæst at Ingibjørg Poulsen eigur metini í kúlustoyti og klingrukasti. Hon hevur tó hvørki kappast ella vant seinnu árini, men hevði kortini meldað til FM. Hóast hon sjálvsagt ikki kastaði líka langt sum áður, eydnaðist henni at vinna FM í klingrukasti. Í kappingini við hamaranum mátti hon tó lúta fyri methaldaranum Randi Kúrberg.


Ingibjørg Poulsen hevur ikki gloymt, hvussu klingran skal kastast. Hon gjørdist nevnliga føroyameistari í klingrukasti.


Randi Kúrberg legði enn eitt trygt FM-heiti afturat teimum mongu frammanundan í sleggjuvarpi.

Tað var heldur tunnligt við luttakarum í kvinnurenningunum í dag, og so var eisini á 400 metrum, har Hildur Poulsen úr Bragdinum vann sítt fyrsta FM heiti frammanfyri Anitu Gregersen, sum sá út til at spara seg til 100 metra finaluna.


Hildur Poulsen úr Bragdinum vann 400 metra kappingina. Her takkar hon Anitu Gregersen fyri dystin.

At enda var tað boðrenningin 4×100 metrar. Eittans liðið var hjá kvinnum, og var hetta mannað við ungum Bragdagentum. Tær vóru sera ídnar. So ídnar, at tær í tí eina skiftinum gjørdust ov seinar at lata tingakrossin víðari. Tað var tí einki hjá dómarunum at  gera, annað enn at kolldøma liðið. Sostatt varð eingin føroyameistari funnin, og heiðursmerkini verða burturbeind og smeltað í ovninum á Hjalla.

Hjá monnunum hevði Hvirlan meldað tvey lið til. Á 1. liði høvdu teir manning við teimum fýra frá 100 metra finaluni, og máttu tí metast sum favorittar. 2. lið hjá teimum var mannað við kastarum, sum eisini vildu royna sín skjótleika. Bragdið hevði eisini eitt á pappírinum nøkulunda sterkt lið við føroyameistaranum á odda, og tað var eisini hann, sum fekk ein rimmarstart teir fyrstu 100 metrarnar.


Tað er ikki bara bara. Her eru tað Rúni Jacobsen og Trygvi Laksafoss, sum stríðast við tingakrossin. Tórur er eisini klárur fyri Hvirluna 2.

At tað krevst venjing fyri at fáa gott úrslit í boðrenning, gekk sjón fyri søgn. Tí skiftini vóru so sum so. Í fleiri førum fóru menn ov tíðliga avstað, og máttu so støðga aftur fyri ikki at koma fram um skiftisøkið. Bragdið helt leiðsluna til seinasta skiftið, men aftur her var Bragdamaðurin ov skjótur av stað. Hann helt oman móti málinum við Hvirlumanninum beint aftanfyri. Fyrstur varð hann, men skiftið hevði verið ólógligt, og Bragdið bleiv kolldømt. Hvirlan 1 gjørdist sostatt føroyameistari og Hvirlan 2 vann silvur.


Hvirlan 1 og Hvirlan 2 – gull og silvur í 4×100 m. Á 1. liðnum vóru Trygvi Laksafoss, Rúni Jacobsen, Tummas Nap. Arge og Birgir Hansen.

Kappingarnar halda fram í morgin frá kl. 13.00. Tá verður kappast í hæddarlopi, trístøkki, spjótkasti, kúluvarpi, 200 m, 1.500 m, 100/110 m rimarenning, 3.000 m forðarenning og 4×400 metra boðrenning.


Í 80’unum hoyrdust mangan hóttanir um, at “nú koma teir reyðu”. Men nú eru teir altso komnir. Í øllum førum vóru teir reyðu eyðsýndir í dag.

 

Úrslit:

MENN 400M HEKK FINALA LEYGARDAG Kl. 13.00
Nr. Tíð Vind
DNS Daniel Djurhuus 1990 BRAGDIÐ
DNS Regin Joensen 1995 BRAGDIÐ
MENN/KVINNUR KLINGRUKAST FINALA LEYGARDAG KL. 13.00
Nr. Úrslit 1 2 3 4 5 6
1 43,43 Heri Ziska 1967 HVIRLAN       39,90       43,22       43,43       41,83       41,44       41,85
2 30,70 Helgi Geyti 1993 HVIRLAN       24,30       30,28       26,00  X       30,70       28,32
3 28,45 Hallur Simonsen 1995 HVIRLAN  X  X       28,45  X  X  X
4 27,63 Rógvi Højgaard 1983 HVIRLAN       22,07       23,53       20,70  X       23,25       27,63
5 25,57 Tróndur Arge 1994 HVIRLAN  X       20,74  X       21,89       25,57  X
6 21,52 Steinolvur Geyti 1994 HVIRLAN       21,52       20,55  X  X  X       19,67
1 19,09 Ingibjørg Poulsen 1974 BRAGDIÐ       16,09       17,03       15,70       18,34       19,09  X
2 14,36 Elsa Berg 1996 BRAGDIÐ       14,36       11,65       11,52       11,55       13,38       13,40
DNS Sólja Fríða Jóanisdóttir 1981 HVIRLAN
DNS Bjørk Reynagarð Svabo 1996 HVIRLAN
KVINNUR 800M FINALA LEYGARDAG KL. 13.10
Nr. Tíð
1 2.42,5 Bjørk Herup Olsen 1991 BRAGDIÐ
DNS Rannvá Kjartansdóttir Strøm 1988 BRAGDIÐ
MENN 800M FINALA LEYGARDAG KL. 13.20
Nr. Tíð
1 2.10,2 Regin Joensen 1995 BRAGDIÐ
2 2.12,1 Teitur Bjarnastein 1997 BRAGDIÐ
3 2.12,9 Rúni Seloy 1994 BRAGDIÐ
4 2.15,2 Regin Thomsen 1976 BRAGDIÐ
MENN 100M INNLEIÐANDI LEYGARDAG KL. 13.30
Nr. Tíð Riðil 1 Vind 4,2
1 11,67 Rúni Jacobsen 1994 HVIRLAN
2 11,85 Trygvi Zachariassen Laksáfoss 1994 HVIRLAN
3 11,86 Tummas N. Arge 1995 HVIRLAN
4 12,03 Daniel Djurhuus 1990 BRAGDIÐ
MENN 100M INNLEIÐANDI LEYGARDAG KL. 13.35
Nr. Tíð Riðil 2 Vind 3,7
1 11,47 Rói Holgarsson 1992 BRAGDIÐ
2 12,21 Birgir Hansen 1990 HVIRLAN
3 12,73 Heini Høgnason 1995 BRAGDIÐ
4 13,27 Kristian Martin Garðalíð 1990 HVIRLAN
KVINNUR 5.000M FINALA LEYGARDAG KL. 13.50
Nr. Tíð
1 20.08,60 Bjørk Herup Olsen 1991 BRAGDIÐ
2 20.22,57 Borgarhjørt Holm 1966 BRAGDIÐ
MENN/KVINN LONGD FINALA LEYGARDAG KL. 13.50
Nr. ÚRSLIT 1 2 3 4 5 6
1 3,99 Edna Maria Debes 1997 HVIRLAN 3,85(-3,7) 3,99(-3,0) 3,87(-3,2) 3,75(-4,2) 3,90(-4,6) 3,97(-3,7)
2 3,62 Anita Gregersen 1995 TREYSTI 3,62(-3,2) 3,48(-4,2) 3,52(-4,6) 3,58(-5,8) 3,55(-3,8) 3,58(-4,1)
DNS Rannvá Kjartansdóttir Strøm 1988 BRAGDIÐ
1 5,74 Daniel Djurhuus 1990 BRAGDIÐ 5,52(-4,7) 5,50(-4,0) 5,74(-4,9) 5,60(-4,0) 5,44(-4,3)
2 5,25 Trygvi Zachariassen Laksáfoss 1994 HVIRLAN 5,22(-3,4) 5,25(-4,7) 5,21(-4,8) 4,96(-4,0) 5,22(-4,9)
3 4,56 Birgir Hansen 1990 HVIRLAN 4,38(-4,1) 4,46(-3,5) 4,34(-4,2) 4,56(-3,6) 4,45(-4,6) 4,47(-3,5)
4 4,54 Helgi Geyti 1993 HVIRLAN 4,46(-3,4) 4,54(-2,9) 4,40(-4,6)
5 4,14 Kristian Martin Garðalíð 1990 HVIRLAN 4,14(-4,8) 3,96(-3,6) 3,91(-4,5) 3,74(-4,4) 3,25(-5,0)
DNS Regin Joensen 1995 BRAGDIÐ
MENN 400M FINALA LEYGARDAG KL. 14.25
Nr. Tíð
1 56,66 Regin Joensen 1995 BRAGDIÐ
2 59,07 Heini Høgnason 1995 BRAGDIÐ
3 60,83 Teitur Bjarnastein 1997 BRAGDIÐ
4 64,01 Mathias Janussen 1997
DNS Daniel Djurhuus 1990 BRAGDIÐ
DNS Rúni Seloy 1994 BRAGDIÐ
KVINNUR 400M FINALA LEYGARDAG KL. 14.35
Nr. Tíð
1 1.16,34 Hildur Poulsen 1997 BRAGDIÐ
2 1.50,59 Anita Gregersen 1995 TREYSTI
DNS Rannvá Kjartansdóttir Strøm 1988 BRAGDIÐ
MENN 5.000M FINALA LEYGARDAG KL. 14.55
Nr. Tíð
1 17.49,46 Sam Vang 1970 BRAGDIÐ
2 17.54,49 Henry Olsen 1964 BRAGDIÐ
3 18.21,16 Borgar Biskopstø 1962 TREYSTI
4 18.27,49 Einar Gregersen 1995 TREYSTI
5 18.27,59 Regin Zachariasen 1960 BRAGDIÐ
6 22.37,41 Tummas Jákup Thomsen 1962 TREYSTI
DNS Súni Jacobsen 1967 BRAGDIÐ
DNS Martin Sivertsen 1973 TREYSTI
DNS Robert Vilhelmsen 1951 BRAGDIÐ
MENN/KVINNUR SLEGGJUVARP FINALA LEYGARDAG KL. 14.55
Nr. Úrslit 1 2 3 4 5 6
1 40,75 Heri Ziska 1967 HVIRLAN 37,12 39,86 40,75 X X X
2 23,41 Helgi Geyti 1993 HVIRLAN 21,29 23,41 23,21 X 20,01 X
3 21,81 Tróndur Arge 1994 HVIRLAN 19,44 21,29 21,81 20,39 X X
4 15,80 Steinolvur Geyti 1994 HVIRLAN X 15,8 14,59 X X X
DNS Hallur Simonsen 1995 HVIRLAN
1 30,34 Randi Kúrberg 1972 HVIRLAN X 25,91 X 29,57 30,34 X
2 23,44 Ingibjørg Poulsen 1974 BRAGDIÐ 22,91 23,44 X 22,82 22,78 X
DNS Sólja Fríða Jóanisdóttir 1981 HVIRLAN
DNS Bjørk Reynagarð Svabo 1996 HVIRLAN
KVINNUR 100M FINALA LEYGARDAG KL. 15.30
Nr. Úrslit VIND 4,8
1 13,81 Edna Maria Debes 1997 HVIRLAN
2 14,31 Hildur Poulsen 1997 BRAGDIÐ
3 15,20 Anita Gregersen 1995 TREYSTI
DNS Rannvá Kjartansdóttir Strøm 1988 BRAGDIÐ
MENN 100M FINALA LEYGARDAG KL. 15.40
Nr. Tíð VIND 4,3
1 11,35 Rói Holgarsson 1992 BRAGDIÐ
2 11,59 Rúni Jacobsen 1994 HVIRLAN
3 11,81 Tummas N. Arge 1995 HVIRLAN
4 11,87 Trygvi Z. Laksafoss 1994 HVIRLAN
5 12,17 Birgir Hansen 1990 HVIRLAN
6 12,34 Daniel Djurhuus 1990 BRAGDIÐ
KVINNUR 4 X 100M FINALA LEYGARDAG KL. 15.50
Nr. Tíð
DSQ Hildur Poulsen 1997 BRAGDIÐ
DSQ Frida Davidsen BRAGDIÐ
DSQ Karin H. Simonsen 1999 BRAGDIÐ
DSQ Katarina Høj 1999 BRAGDIÐ
MENN 4 X 100M FINALA LEYGARDAG KL. 16.00
Nr. Tíð
1 49,04 Trygvi Z. Laksafoss 1994 HVIRLAN
Rúni Jacobsen 1994 HVIRLAN
Tummas N. Arge 1995 HVIRLAN
Birgir Hansen 1990 HVIRLAN
2 55,64 Steinolvur Geyti 1994 HVIRLAN
Tórur Mortensen 1998 HVIRLAN
Helgi Geyti 1993 HVIRLAN
Tróndur Arge 1994 HVIRLAN
DSQ Rói Holgarsson 1992 BRAGDIÐ
Heini Høgnason 1995 BRAGDIÐ
Regin Joensen 1995 BRAGDIÐ
Daniel Djurhuus 1990 BRAGDIÐ

Ein viðmerking

  1. Kølle says:

    Flot og meget interessant beretning. Super at se hvor mange baade unge og aeldre (som foeler sig unge) der deltager i forskellige grene af sporten.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*