Home FÍF FM 1. dagur: Kvinnurnar lumpaðu

FM 1. dagur: Kvinnurnar lumpaðu

by Hallur Holm

Í góðveðrinum í dag var fyrra hálvan av FM 2014 hildin á Tórsbreyt. Lagt var upp til nakrar spennandi kappingar, og serliga í longdarlopi hjá monnum sá út til at vit fingu eina sterka kapping. Lotið var undan og fýra mennn hava í ár lopið yvir seks metrar, so vónin var at fáa nøkur góð +6 meturlop. Hóast tvey avboð, gjørdist kappingin bæði jøvn og spennandi. Men kortini uttan tey longu lopini. Tað var fimleikarin Bogi Berg, sum leyp longst við 5,91 m.

Avboð vóru eisini til kappingina hjá kvinnum, og bert Marita K. Petersen og Margit W. Fríðmundsdóttir kappaðust. Men her fingu vit eina kapping við heilt óvæntað góðum lopum. Í triðja umfari legði Margit seg á odda við 4,57 m – bara 2 cm frá føroyska metinum. Marita svaraði aftur við 4,61 m – og nýtt føroyskt met við 2 cm. (vindurin var góðkendur +2,0) Men í fimtu royndini svaraði Margit aftur við at leypa 4,74 metrar, sum er longsta skrásetta lopið hjá føroyskari kvinnu, sum vit vita um. Men her var vindurin ov nógvur til at lopið kann góðkennast sum met. Hetta var tó nóg mikið til sigurin, hóast Marita fekk enn eitt góðkent lop yvir gamla metið, hesuferð 4,60 m. Tær kundu soleiðis báðar tvær fegnast eftir lokna kapping. Margit fyri gullið og Marita fyri nýggja føroyska metið!

Og Margit skuldi fáa enn meira at fegnast um hendan fyrsta dagin av FM. 100 m finaluna vann hon trygt eftir ein heldur spakan start. Men við sínum longu fetum rann hon allar aftur, og kann næsta árið rópa seg Føroya skjótasta kvinna. Tíðin var 14,18 sekund. Tað var mótvindur í dag hjá spurtarunum, og tíðirnar  vóru hareftir. Í finaluni hjá monnum var tað bert Rúni Jacobsen, sum kom undir 12 sekund, og við 11,79 sekund vann hann á Róa Holgarssyni, sum annars hevur vunnið FM fýra undanfarnu árini.

Heri Ziska endurvann í dag FM-heitið í klingruvarpi, sum hann annars misti í fjør. Og við sigri í sleggjuvarpi gjørdist tað sum vant ein góður dagur hjá Hera við tveimum gullmerkjum. Eisini Randi Kúrberg fekk víst, at tað framvegis er dugur í henni, tá hon van tryggan sigur í sleggjuvarpi.

Rúni Seloy fór í dag heim við fýra gullmerkjum, eftir at hann vann 400 m rimarenning, 400 m, 800 m umframt 4×100 m við Bragdinum. Rebekka Fuglø vann eisini 400 m, 800 m og 4×100 m. Serliga 400 m renningin hjá kvinnum hevði høgan standard. Allir fýra rennararnir vóru væl undir gamla oyggjaleikakravinum, sum var 64,0 sekund.

 


Rebekka, Margit, Katarina og Karin í nógv sterkasta 400 metri nakrantíð í Føroyum. Klára tær allar oyl-kravið til næsta ár?

Nú gjørdist hetta bert ein skjót, leyslig frágreiðing. Úrslitini niðanfyri tala fyri seg. Vit gleða okkum til kappingarnar í morgin. Byrjað verður klokkan 13.00.

 

FM2014 úrslit leygardagin 2. august 2014
100 m innleiðandi menn
Riðil 1 – vind -2,2
1. Rói Holgarsson 1992 Bragdið 12,34
2. Bogi Berg 1994 Hvirlan 12,43
3. Trygvi Laksaberg 1994 Hvirlan 12,78
4. Rani Friang Rasmussen 1985 Roysnið 13,12
Riðil 2 – vind -1,5
1. Rúni Jacobsen 1994 Hvirlan 11,86
2. Tummas Napoleon Arge 1995 Hvirlan 12,23
3. Regin Joensen 1995 Bragdið 12,38
100 m finala menn – vind -2,5
1. Rúni Jacobsen 1994 Hvirlan 11,79
2. Rói Holgarsson 1992 Bragdið 12,21
3. Tummas Napoleon Arge 1995 Hvirlan 12,25
4. Bogi Berg 1994 Hvirlan 12,44
5. Regin Joensen 1995 Bragdið 12,51
6. Trygvi Laksafoss 1994 Hvirlan 12,6
100 m kvinnur finala – vind -2,2
1. Margit Weihe Fríðmundsdóttir 1999 Bragdið 14,18
2. Karin Holm Simonsen 1999 Bragdið 14,58
3. Marita Káradóttir Petersen 1998 Bragdið 14,76
4. Edna Maria Debes 1997 Hvirlan 15,29
400 m menn finala
1. Rúni Seloy 1994 Bragdið 54,49
2. Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið 55,64
3. Regin Joensen 1995 Bragdið 56,44
400 m kvinnur finala
1. Rebekka Fuglø 1993 Treysti 60,96
2. Katarina Høj 1999 Bragdið 61,92
3. Margit Weihe Fríðmundsdóttir 1999 Bragdið 61,95
4. Karin Holm Simonsen 1999 Bragdið 62,88
800 m menn finala
1. Rúni Seloy 1994 Bragdið 2.02,53
2. Einar Gregersen 1995 Treysti 2.02,81
3. Regin Thomsen 1976 Roysnið 2.11,15
4. Rógvi Johansen 1997 Bragdið 2.41,51
DNF Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
800 m kvinnur finala
1. Rebekka Fuglø 1993 Treysti 2.17,67
2. Katarina Høj 1999 Bragdið 2.23,96
5.000 m kvinnur finala
1. Borgarhjørt Holm 1966 Bragdið 20.39,47
5.000 m menn  finala
1. Marnar Djurhuus 1995 Treysti 17.16,11
2. Marnar Pattinson 1970 Roysnið 17.31,08
3. Henry Olsen 1964 Bragdið 17.33,30
4. Regin Thomsen 1976 Roysnið 17.38,60
5. Einar Gregersen 1995 Treysti 17.46,61
6. Rúni Skarðhamar 1999 Roysnið 17.57,13
7. Arnfinn Johannesen 1965 Roysnið 19.31,24
400 m rimarenning menn finala
1. Rúni Seloy 1994 Bragdið 72,8
2. Trygvi Laksafoss 1994 Hvirlan 83,41
4×100 m kvinnur
1. Bragdið 55,01
Karin Holm Simonsen, Katarina Høj,
Rebekka Fuglø, Margit Weihe Fríðmundsdóttir
4×100 m menn
1. Bragdið 46,91
Longdarlop menn
1. Bogi Berg 1994 Hvirlan 5,91 (+2,3)
2. Tórur Mortensen 1998 Hvirlan 5,82 (+3,2)
3. Trygvi Laksafoss 1994 Hvirlan 5,72 (+2,8)
DNS Øssur Debes Eiriksfoss 1990 Hvirlan
DNS Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
Lopseriur seinni
Longdarlop kvinnur
1. Margit Weihe Fríðmundsóttir 1999 Bragdið 4,74 (+2,9)
2. Marita Káradóttir Petersen 1998 Hvirlan 4,61 (+2,0)*
DNS Louisa Svabo 1992 Hvirlan
DNS Barbara Debes Eiriksfoss 1995 Hvirlan
*nýtt føroyskt met
Lopseriur seinni
Sleggjuvarp kvinnur
1. Randi Kúrberg 1972 Hvirlan 30,94
2. Marita Káradóttir Petersen 1998 Hvirlan 19,14
DNS Louisa Svabo 1992 Hvirlan
DNS Bjørk Reynagarð Svabo 1996 Hvirlan
Kastiseriur seinni
Sleggjuvarp menn
1. Heri Ziska 1967 Hvirlan 40,32
2. Helgi Geyti 1993 Hvirlan 28,68
3. Teitur Seloy 1994 Hvirlan 22,01
Kastiseriur seinni
Klingrukast kvinnur
1. Marita Káradóttir Petersen 1998 Hvirlan 26,14
2. Edna Maria Debes 1997 Hvirlan 19,14
DNS Louisa Svabo 1992 Hvirlan
DNS Bjørk Reynagarð Svabo 1996 Hvirlan
Kastiseriur seinni
Klingrukast menn
1. Heri Ziska 1967 Hvirlan 36,93
2. Helgi Geyti 1993 Hvirlan 29,63
3. Tróndur Arge 1994 Hvirlan 29,16
4. Hans Hjørleivur Magnussen 1995 Hvirlan 27,52
5. Kristian Martin Garðalíð 1990 Hvirlan 21,45
DNS Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
Kastiseriur seinni
0 comment
0

Related Articles