Home FÍF FM 10 km og GP 3 vaksin

FM 10 km og GP 3 vaksin

by Hallur Holm

Týskvøldið 22. juni kl. 18.30 verður FM í 10 km renning á vegi fyriskipað í Runavík. Kappingin er samstundis 3. umfar av Grand Prix kappingini fyri vaksin hjá FÍF.

Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir.

Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.

Hendan rutan verður vanliga nýtt í Várkappingini, og verður mett at vera ein tann skjótasta 10 km rutan í landinum.

OBS OBS OBS

Bert rennarar í umboða eitt felag undir FÍF OG sum renna í teirra felagsbúna/litum kunnu gerast føroyameistarar!

Kappast verður í hesum bólkum, ið allir renna 10 km:
Kvinnur opin bólkur (f. -1994)
Menn opin bólkur (f. – 1994)
Kvinnur (K45+) f. 1964- ella fyrr
Menn (M45+) f. 1955-1964
Menn (K55+) f. -1954 ella fyrr

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni renn.fo innan týsdagin kl. 12.00. Tilmeldingin liggur nú klár.

Luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- verður goldið, tá startnummarið verður avheintað niðanfyri Sjómansheimið kl. 18.00 kappingardagin.

Tað verður eingin barnarenning í sambandi við Eystanstevnuna. Men nú hóskvøldið  16. juni verður “eystanstevnu-rørsludagur” fyriskipaður, og tá kann rennast/gangast 2,1 ella 4,2 km.

0 comment
0

Related Articles