Home FÍF FM 10 km verður í Runavík týskvøldið

FM 10 km verður í Runavík týskvøldið

by Hallur Holm


Tríggjar tær fremstu í fjør. Onkur teirra er aftur millum favorittarnar í ár. F.v. Rebekka, Bjørk og Tórvør.

Týskvøldið 12. juni kl. 18.30 verður FM í 10 km renning á vegi fyriskipað í Runavík. Í ár verður talan um DAF-góðkendan tein og rutu. Heðin og Gutti vóru seinnapartin Grundlógardagin og mátaðu rutuna.

Starturin er nú fluttir til Kiosk Vár. Eins og undanfarin ár verður runnið úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.

Hendan rutan verður vanliga nýtt í Várkappingini, og verður mett at vera ein tann skjótasta 10 km rutan í landinum.

Bert rennarar í umboða eitt felag undir FÍF og sum renna í teirra felagsbúna/litum kunnu gerast føroyameistarar!

Kappast verður í hesum bólkum, ið allir renna 10 km:
– Kvinnur opin bólkur (f. -1996)
– Menn opin bólkur (f. – 1996)
– Kvinnur Veteranar (K45+) f. 1966 ella fyrr
– Menn Veteranar (M45+) f. 1957-1966
– Menn Superveteranar (M55+) f. -1956 ella fyrr

Tilmelding fer fram á www.renn.fo innan týsdagin kl. 12.00. Tilmeldingin liggur nú klár.

Luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- verður goldið, tá startnummarið verður avheintað niðanfyri Sjómansheimið kl. 18.00 kappingardagin.

0 comment
0

Related Articles