Home FÍF FM 2008 á breyt verður 3. august.

FM 2008 á breyt verður 3. august.

by Hallur Holm

Sunnudagin 3. august verður árliga FM-kappingin í frælsum ítrótti á breyt. Tá tað enn ikki er greitt hvørt breytin í Havn verður liðug ella ikki, hevur kappingarnevndin avgjørt, at FM verður á Svangaskarði á Toftum.

Tá byrjað varð at hava FM í frælsum ítrótti fyrst í 90’unum, varð kappast í øllum greinum yvir tvey vikuskifti. Tað vísti seg tó ikki at vera grundarlag fyri so nógvum kappingum, og seinnu árini hevur bert verið kappast í útvaldum kappingargreinum.

Í ár hevur kappingarnevndin valt hesar greinar: 100 m, 200 m, 800 m, 5.000 m og longdarlopi. Skráin verður løgd og kunngjørd her á síðuni eftir seinastu tilmeldingarfreist, sum  er fríggjakvøldið 1. august á midnátt.

Hetta er opin kapping, og tískil hava øll, sum eru fødd í 1992 ella fyrr møguleika at vera við. FÍF vónar at undirtøkan verður stór, og at tey, sum kanska ikki hava hildið seg so nógv framat, nú endiliga trína fram á frælsa ítróttarpallin.

Kappingin byrjar kl. 14.00. Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu í hvørjari grein. Kostnaðurin er 50 kr. fyri hvønn luttakara, sum skal gjaldast tá startnummarið verður avheintað. Fyri upphæddina kann ein luttaka í teimum greinum ein hevur hug til. Tilmeldingin fer fram her á síðuni, og skal sum nevnt vera avgreidd fríggjakvøldið 1. august. Tað verður eingin tilmelding á staðnum.

0 comment
0

Related Articles